Minningarorð um Guðrun Hervør Joensen

f. 24. august 1965 - d. 10. oktober 2006


Dagurin 24. august 1965 mundi vera tann lukkuligasti dagurin nakrantíð hjá fastir og Eigil, og  ivaleyst eisini úti í Bø, hvar barnatalið ikki var stórt meir enn Tormann og Marner. Tá kom prinsessan, ið mundi verða eitt tað størsta ynski sum gekk í uppfylling hjá fastir og Eigil nakrantíð, fram til tann dagin.
 
So komu Annfinn og eg í 1967, og so byrjaði barnatalið spakuliga at vaksa í Bø, og sjálvandi bleiv meira og meira lív í. Vit vuksu øll upp saman, lið um lið, sum systkin øll somul. Góðir, ríkir barnadagar, har kærleiki og samanhald bant okkum saman ígjøgnum øll árini fram til dagin í dag.
 
So hoyrdu vit í útvarpinum, at ein flúgvivanlukka var hend í Norra, og at tað var Atlantic, og hjartað krimpaði bara meir og meir, tí fleiri av okkara allar kærastu vóru í Norra til arbeiðis. Men skjótt var staðfest, at Guðrun var í flogfarinum, sum fórst á Stord, tá hann ikki fekk bremsa undir lending og fór útav og eldur kom í. Stutt eftir komu boðini um,  at Guðrun var ímillum tey fýra sum doyðu. Ein syrgiligur veruleiki.
 
Góða Guðrun, tað er við sorg og harmi og pinu í mínum hjarta,  at eg fari at skriva eitt minnisbræv um teg, nú tín silvurtráður er slitin. Vit sum vóru so væl.
 
Tú vaks upp úti í Bø, var forgudað av foreldrum og øllum sum stóðu tær nær, ja tú var ein prinsessa. Vit sum miskunnarleysir barnavinir góvu tær eisini hetta, hóðast alt, vinarliga eyðknevni. Tað kom nokk eisini av, at tú mundi eiga eina so fína ommu, sum var Alma í Sørvági. Hon átti gull um háls og armar, altíð pent smurd og fínt ílatin. Men ikki mundi hon vita, at tú sum formaður vísti okkum runt uppi á loftinum í Sørvági, allar smúkkurnar, men tað stuttligasta var nokk, at tú avdúkaði parykkin, he, he.
 
10 ár gekst tú í Sørvágs skúla. Hvønn morgun kom Winther út, og so vórðu vit koyrd til Sørvágs. Tað var hugni í sær sjálvum, og kedd mundu vit øll verða, tá Winther gavst at koyra.
 
Altíð vart tú ein fyrimyndarlig, ein ordilig og skikkilig genta. Fastir fekk ikki tað stóra stríðið av tær, eg minnist, at hon klappaði, tá tú fekst títt fysta hol á buksurnar.
 
Aftaná 10. flokk gekk leiðin hjá tær í Hoydalar. Vit fingu stuttligar løtur í Havnini, hvar vit búleikaðust, árini vit lærdu. Var man svangur, ja so var bara at vitja Guðrun, tí fastir pakkaði hvørja einastu viku alt tað besta til búkin, tá Guðrun fór til Havnar aftur sunnukvøld, aftaná hvørt vikuskifti, sum bleiv hildið í Bø.
 
Aftaná studentatíðina arbeiddi tú eitt styttri tíðarskeið á Hotel Vágum, til leiðin gekk til Danmarkar, har tú starvaðist sum flogterna hjá Maersk tey næstu árini. Seinni flutti tú aftur til Føroyar at flúgva við Atlantic, har tú starvaðist við góðum huga og glað fyri títt arbeiði og arbeiðspláss, heilt til handan vanlukkuliga morgun, góða Guðrun.
 
Í Danmark vóru eisini mangar góðar løtur, tað var fittligt at hava ein góðan at vitja, og har mundu tey flestu av tínum vinum hava gist meira enn einaferð.
 
Í tíðarskeiðinum aftaná at tú flutti til Føroyar møtti tú Oddmar, manni tínum, sum tú elskaði og var eyðnurík saman við. Tit høvdu tað so gott saman, fluttu saman í hús í Sandavági, hvar tú treivst og elskaði at hugna um í tykkara prýðiliga vakra húsið. Tað var tó ikki alt ein dansur á rósum hjá tykkum, men tit megnaðu at yvirliva tað allar ringasta og bardu tykkum fram aftur til eitt gott lív saman. Og eydnuríka segði tú teg av sonnum at vera, aftaná at tit fingu tveir synir saman. Alt var gott.
 
Góði Oddmar, hví skuldi tað blíva so, tað er so ófatuligt. Í løtuni eru orð alt ov fátøk.
 
Góðu elskaðu Borgar og Eigil, tit hava ikki mist mammu tykkara heilt, nú eiga tit eina “einglamammu”, og eg ivist onga løtu í at hon, tá dagar gerðast tungir, trýstir á kontaktina har uppi og tendrar sólina, so dagar aftur gerast ljósir.
 
Ein góð mamma, forgudaði sínar synir, onki var óført, tá tað galt teir báðir. Komin aftur úr flogfarinum, ja so var bara at smekka dreingirnar í bilin - til Havnar at svimja, út til Bíggjar til ommuna og abban osv.
 
Tosaði við Guðrun í kjallaranum leygarkvøldið, tey høvdu flett har norðuri. Hon rósti beiggja sínum, hvussu skjótt og væl hann fletti. Alt var fyribeint. Vit tosaðu um ymiskt, m.a. arbeiði, hon skuldi avstað í nakrar dagar til Norra, og tað var sum altíð eitt prik í hjartanum á henni av at skula verða burtur frá børnunum, men sum hon segði, so áttu teir ein góðan pápa, og hennara arbeiðspláss gav teimum so nógv gott, at hon var púra greið yvir, at hon hevði tað gott og tók síni arbeiðstørn, sum tey komu. Positiv.
 
Tað einasta keðiliga var, tá tey ikki fingu lent vegna veður, men tað var ikki so ofta. Har var Guðrun púra vís í, at fastir og Várharra høvdu ein fingur í spælinum. Hon segði, at mamma sín nokk hevði spart teimum hjá Atlantic nógv, allar glottarnar sum fastir bað fyri, so tey fingu lent.
 
Tað eru so ómetaliga nógvar dýrabærar løtur at minnast aftur á. Og góða Guðrun, ikki er talið stórt, tá eg skal telja míni syskinabørn her í Føroyum, tað eru tú og Annfinn. Men at vera í familju við tykkum, ja so kennist tað, sum vit vóru 100. Gleddust saman um alt og hjálptu hvørjum øðrum, tá á stóð. Á tann saknur.
 
Kæra Guðrun, eg  veit at tú longu hevur heilsa uppá einglabeiggjan hjá mær har uppi, og velji at trúgva, at okkara dagar eru taldir, hvar vit enn  eru, og hvussu svárt tað so er.
 
Tað eru uttan iva tey bestu, sum á ungum árum verða tikin heim. Tú hevur staðið generalprøvan, so tú slapst á mál, innballað í bleytar einglaveingir varð tú flogin upp -tín endaligi flogtúrur.
 
Eg veit, at sum tann ábyrgdarfulla chefstewardessa altíð, ordnar tú einglunum at hanga stjørnur hvørt kvøld, at blinkstra yvir Sandavág, so tínir dreingir áðrenn teir blunda, vita at eingamamman er har.
 
Hetta var eitt tað ringasta, sum kundi henda, at missa einastu dóttir, konu og mammu, systir, fastir og svigarinnu. Má Jesus styrkja og hjálpa tykkum øllum í hesum svára sakni.
 
Hvíl í friði góða Guðrun.
 
Gunnvá