Minningarorð um Gunnar Berg

Føddur 03.05.72  Deyður 04.11.03

Sera tung vóru boðini, vit fingu 4. november 2003, um at Harrin longu hevði tikið teg heim til sín, bert 31 ára gamal.

Tað er ikki til at skilja hví. At vit ongantíð skulu vera saman aftur her á jørð, serliga nú á jólum, tá tú skuldi koma heim at halda jól saman við okkum øllum. Vit gleddu okkum øll sera nógv til at síggja teg aftur, nú tú hevði búð niðri í 9 mánaðir. Eg og Muddi vóru og vitjaðu teg í summar og tað eru vit sera glað fyri, tað var deiligt sum altíð at vera saman við tær.
Eg eri ein av teimum, sum kendi teg best, av tí at tit búðu í kjallaraíbúðini heima hjá okkum, og av tí at tað vóru bara tvey ár ímillum okkum, so vit vuksu upp saman sum systkin. Tú var 10 ára gamal, tá tit fluttu niðan á Flat og tá vóru vit altíð saman álíkavæl, tá fekst tú so deiliga stórt kamar afturímóti tí, sum vit vóru von við niðri í Bókbindaragøtu.
Góði Gunnar, eg havi bara góð minni um teg. Tú var altíð glaður og positivur, eg minnist so væl, at tá vit onkuntíð klandraðust við hini børnini, vit spældu við, so var tað altíð tú, sum steðgaði tí og ornaði alt, so vit øll aftur vóru góð og spældu víðari. Tú hevði serligar eginleikar til at fáa alt gott og hugnaligt aftur, og serliga tað havi eg altíð virðismett teg fyri. Tú bleiv við at vera soleiðis, eisini sum vaksin, tú lýsti upp alla staðni har tú kom. Øll, sum kendu teg, hava bara gott at siga um teg. Tú var so arbeiðssamur, alla staðni har tú hevur arbeitt var tú ongantíð bangin fyri at gera ov nógv, tú gjørdi altíð okkurt eyka fyri at fáa alt so fullkomið sum gjørligt, og tað hevði tú so góðar møguleikar at vísa í tínum starvi sum tænari og flogskarvur, sum tú sjálvur nevndi teg, tá tú fleyg við Atlantic Airways.
Tað er ofta soleiðis, at fólk verða mest róst tá tey eru farin, og tað hevur tú so sanniliga eisini fingið frá teimum, sum hava møtt tær í tínum starvi, og í slíkum starvi møtir ein sera nógvum menniskjum.
Vt eru øll sett sum tænarar hjá Harranum her á jørð. Tú var alt ov stutt her á jørð saman við okkum. Men tú náddi í hvussu so er at tæna honum, tí tú var so góður við øll menniskju, serliga tey veiku og tey, sum ikki høvdu tað so gott. Nú hevur tú fingið tað gott heima í himmiríki, og har fara vit øll at møtast aftur ein dag, og at vita tað hjálpir okkum øllum í okkara stóra sakni og sorg, sum vit sita eftir við.
Eg vil hervið lýsa frið yvir minnið um mín elskaða systirson Gunnar Berg.

Margrith mostir