Minningarorð um Høgna Poulsen, sóknarprest

15. januar komu boðini um, at Høgni Poulsen ikki var í millum okkum meira.

Høgni var føddur 4. oktober 1929, og var hann tí fyltur 79 ár, nú hann andaðist. 


Høgni fór sum ungur niður til Danmarkar at útbúgva seg. Fyrst tók hann studentsprógv, og síðani fór hann at lesa guðfrøði. Meðan hann var í Danmark undir útbúgving, giftist hann við Elini av Tvøroyri.

Í 1957 komu Høgni og Elin aftur til Føroya. Høgni hevði tá tikið gudfrøðiligt embætisprógv og virkaði hann sum prestur, til hann legði frá sær fyri aldur. Fyrstu seks árini frá 1957 til 1963 virkaði Høgni sum prestur í Suðurstreymoyar prestagjaldi. Síðani virkaði hann í 13 ár sum prestur í Vága prestagjaldi. Frá 1976 og til hann legði frá sær vegna aldur, hevði Høgni starv sum prestur í Suðurstreymoyar vestara prestagjaldi.

Umframt at vera prestur, var Høgni Poulsen eisini sera virkin missiónsmaður. Hann setti ikki ljósið undir skeppuna, men ynskti at tæna Gudi við teimum gávum, skaparin hevði givið honum. 


Umframt at vera virkin í eitt nú Meinigheitshúsinum í Havn og innan Bláa Kross, var Høgni eisini sera virkin innan Kirkjuligu Heimamissiónina. Í 1964 heitti Heimamissiónin á Høgna um at gerast limur í Samfelagsráðnum, sum tað tá kallaðist, og frá 1992 til 1994 var hann formaður í Høvuðsstýrinum.

Sum limur í leiðsluni hjá Heimamissiónini hevur Høgni Poulsen verið við til at tikið tøk, og er tað ikki sørt, at tað síggjast varðar eftir. Eitt nú var Høgni við til at seta á stovn Heimamissiónsforlagið, og lá hansara partur ikki eftir, tá hetta virksemi skuldi byggjast upp. Høgni var eisini við til at byggja Leguhúsið í Nesvík, sum í dag er ein savnandi depil fyri heimamissiónsarbeiðið. Eisini var Høgni við, tá Kirkjuliga Heimamissiónin varð skipað sum sjálvstøðugur missiónsfelagskapur ár 1990, eftir at hava verið partur av donsku Indremission, síðani hetta arbeiði byrjaði í 1904. Sum limur í Høvuðsstýrinum kendi Høgni stóra ábyrgd fyri starvsfólkunum hjá Heimamissiónini og sýndi teimum serliga umsorgan. 


Sjálvur minnist eg Høgna og Elin fyri teirra gestablídni, tá vit ungu komu í heimið hjá teimum. Vit kendu okkum altíð vælkomin. Sum prest og prædikumann minnist eg Høgna sum missiónsmann. Tað var eingin loyna, at hann brendi fyri missión og ynskti, at onnur skuldu fáa lut í tí frelsu, sum hann sjálvur hevði fingið lut í. Gleðiboðskapurin um Jesus Kristus og hansara verk á Golgata skuldi boðast fyri øllum menniskjum. 


Tað eyðkendi Høgna, at hann altíð var væl fyrireikaður til fundir. Hann var fáorðaður maður, men megnaði at hugsa langt, og hevði tann sterka eginleika, at kunna síggja støður frá fleiri síðum. Høgni var eisini sera stinnur sum gudfrøðingur, og var tí góður at heita á, um eitthvørt skuldi greinast við grundarlagi í Bíbliuni, sum fyri Høgna var Guds orð til okkum menniskju. 


Við tøkk og virðing lýsa vit frið yvir minnið um Høgna Poulsen, sóknarprest.


Thomas Dam, formaður fyri Kirkjuligu Heimamissiónina