Minningarorð um Jacob Monrad Joensen

   

 

Meðan sólin skein á gular sóljur í tí grøna grasinum, og mýrusnípan spenti sínar veingir, fingu vit tey sorgarboð, at tú mín kæri svágur, Jacob Monrad, var slóknaður, bert eina viku eftir, at vit vitjaðu teg á Klaksvíkar sjúkrahúsi. At tað skuldi ganga so skjótt, hevði eg ikki roknað við, at hetta varð tað síðsta farvæl og takka tær fyri alt tað, tú hevur verið fyri meg og míni.

Tað verður ein stórur saknur ikki at síggja títt smílandi andlit, títt góða lag og tín kærleika, ið tú vísti í verki tínari familju og nærmastu.

Mest komi eg persónliga at sakna tey livandi orðaskifti, vit ofta høvdu. Vit tosaðu opið um alt millum himmal og jørð. Tú var so væl inni í øllum samfelagsspurningum og sá, at fyri at fáa eitt betri samfelag, har tað sosiala bleiv prioriterað, mátti kvinnan verða við í avgerðunum.

Sum bygdaráðsformaður royndi tú á tín hátt at lyfta tað gamla bygdasamfelagið inn í nútíðina, hóast stóra mótstøðu frá konservativum kreftum, ja, so evnaði tú at betra um korini viðv. skúlaviðurskiftum, ungdómshús, at hjá komandi ættarliðum skuldi gerast lættari at arbeiða í bø og haga, arbeiddi fyri, at virkir komu og harvið arbeiðspláss, arbeiddi fyri gomlum og sjúkum, heimarøkt og mangt, mangt annað, og ikki minst kirkjuna, ið tú var so góður við.

Tú hevði sanniliga framtíðarvisiónir, sum hevði ov trong kor heima á landi. Á sjónum tók tú tær av nógvum unglingum, sum vóru komnir á skeiva kós, og við tínum næstrakærleika, humøri og arbeiðssemi fekst tú nógvar á rætta kós, ja, heilt frá Danmark vórðu unglingar sendir, og hetta nívdi teg, at tú ikki hesi seinastu árini kundi gera hetta arbeiðið.

Tá ið ommusonur mín bleiv sjúkur og ikki treivst undir New Foundlandi, ja, so var tú har við tíni hjálpandi hond, sum altíð, og hjálpti honum at koma heim í øllum góðum.

Teir sosialu samfelagsspurningarnir stóðu altíð ovarlaga á arbeiðssetningi tínum. T.d. trupulleikar av rúsdrekkamisnýtslu og avvarðandi teirra, ja, so hjálpti tú umframt persónliga so eisini peningaliga, t.d. Kreppumiðstøðini fyri kvinnur. Í kreppuárunum rann tú frá sakførara til sakførara fyri familjur, ið vóru við at missa hús og heim, tí gribbarnir lógu alla tíðina framvið at taka alt frá hesum familjum. Men tá var tú har og veitti eina hjálpandi hond, so familjurnar vórðu verandi. Jú, sanniliga ein hollur fosturlandsvinur, sum alla sína tíð arbeiddi í markini fyri teimum, ið trongdu til hjálp, tú var altíð til reiðar nátt sum á degi. Ein sannur stríðsmaður.

Altíð var tú fúsur at hjálpa øðrum, ongantíð hugsaði tú um teg sjálvan, tú gav teg altíð 100% fyri onnur, og tú gjørdi tað í verki. Eitt lýsandi dømi um næstrakærleika, ikki bara í orðum, men í verki. Tað er tað, ið telur.

Tað er torført at finna orð fyri tann sakn, ið nívur okkum í hesari løtu. Men vit eru takksom fyri alt tað, tú hevur verið fyri okkum. Tú verður ongantíð gloymdur. Má Harrin styrkja tíni nærmastu í stóru sorg teirra!

Friður veri yvir minninum um stríðsmannin Jacob Monrad, og takk fyri alt, tú var fyri okkum.


svigarinna