Páskakvøld 23. mars andaðist Kurt Hansen 72 ára gamal.
Tað vóru tung boð at fáa, tá ið dóttirin Ann ringdi fyri mammu sína
og segði, at pápi sín var farin. Ein maður, ið var inni hjá okkum tá,
tók soleiðis til: ”Tit hava mist ein góðan mann, hann hevur verið
trúgvur í sínum arbeiði,” og tað mugu vit, ið varða av Skálabúðini,
so sanniliga taka undir við – ein trúgvur starvsfelagi ígjøgnum 38 ár
er ikki okkara ímillum longur.
Ein hoyrir ofta, at lívið er í pørtum, og kom hesin arbeiðisdagurin
at gerast ein stórur partur av lívsskeiði hansara.
Kurt var dani úr Ringsted, var útlærdur innan harraekvipering, og
ferðaðist hann í nøkur ár til Føroya sum ferðaseljari við Heika-
gardinum, sum vóru væl umtóktar. Í tí sambandi hitti hann Kirstin,
dóttir Hansinu og Pidda Johannesen, kendur sum Piddi á Sjómansheiminum.
Tá ið tað frættist, at tey ætlaðu sær at giftast, spurdi pápi okkara
Kurt, um hann væntaði, at tey blivu í Føroyum, og um so var, um hann
kundi hugsað sær eitt starv í Skálabúðini.
Tey giftust í 1971, og fingu tey døturnar Ann og Lis.
Kurt arbeiddi í Skálabúðini, har foreldur okkara, Hanna og Óla
Kristian Skála saman við fleiri starvsfólkum, starvaðust, pápi sum
stjóri. Ein av starvsfeløgunum hjá Kurt var Jens John Østerø, sáli,
ið var handverkari og hevði tá arbeitt í Skálabúðini eftir vanliga
arbeiðistíð, men tað var so skjótt, at brúk var fyri honum fulla tíð,
og arbeiddu øll væl saman.
Umframt alt tað vanliga arbeiðið, ið ein handil krevur, fór Kurt m.a.
niður á handilsmessu at keypa vørur inn, pyntaði handilsgluggar, sum
hann hevði lært til í síni lærutíð, og fall alt honum ógvuliga lætt.
Mest kendur er hann tó frá síni vitan innan gardinyrkið, og sum eitt
viðskiftafólk tók til fyri stuttum, at hann dugdi so væl at leiðbeina
viðskiftafólk.
Hann fall væl til í Føroyum, dámdi at fara á flot, skera grind upp,
seta niður epli, og at hjálpa til inni á Strondum í flettingartíð,
dámdi honum eisini sera væl.
Hann var áhugaður í nógvum frítíðarítrivi, spældi badmiton í nógv ár,
og arbeiðissamur, sum hann var, kom hann skjótt í fleiri nevndir,
m.a. í Tórshavnar Ítróttarráð, Lions og var eisini formaður í Havnar
Klubba í nógv ár.
Kurt hevði kanska ikki lagt í at verið róstur, men hann var
arbeiðissamur sum fáur, fyrstur til arbeiðis á morgni, ongar
sjúkradagar, uttan tá ið hann var sjúkur fyri um leið tveimum árum
síðan. Hann var virkin til tað seinasta.
Teir ungu menninir í familjum okkara hava allir hjálpt til í
handlinum í styttri og longri tíð, og hava teir alt gott at bera honum.
Tá ið hann fór til gravar sást, at vinirnir vóru nógvir. Dómkirkjan
var full av fólki. Sálmarnir vóru føroyskir og danskir. Heri Joensen,
prestur, talaði og segði m.a., at hann kendi henda virksama mann úr
Lions Club. Hugnaligt var at hoyra Kristiliga Sangkórið syngja ”Heima
í himli fer ongin at gráta”, og tá ið kistan var borin út, varð sungið:
Det er vemodigt at skilles ad
for dem, som gerne vil sammen være,
men, Gud ske lov, i vor Herres stad
for evig samles de hjertenskære;
ja, der er gammen
at leve sammen,
hvor ja og amen
er kærlighed.
Vit hugsa um tykkum Kirstin, Ann, Lis, Fróða og ommu- og abbabørnini,
ið hann var so errin av.
Harrin styrki tykkum í sorgini.
Ære verði minni um Kurt Hansen, ”vit sakna teg.”
Ása, Kári og Marin