Eg kom at kenna Ólav av Váli fyri skjótt 30 árum síðani, so at siga einki broyttur, nú ið vit hittust, nakrar dagar áðrenn hann doyði. Verumátin var hin sami. Eg kom at hugsa um Orð. 18, 17: Tann, sum talar fyrr í trætumálum, tykist hava rætt, men so kemur mótparturin og granskar hann.
Ólavur var ikki skjótur at gera seg vísan, men grundaði á tað, ið sagt varð, og so kom tað so hugsanarsamt frá honum, altíð væl undirbygt og leyp ikki fram av.
Tað er ringt at koma uttan um tíðina, tá ið tey búðu úti í Jóannes Patursonargøtu. Tað var ein hvíldarstaður fyri ein lesandi at koma inn. Heimið andaði av friði, nøgdsemi, kærleika og gudsótta. Anna stákandi, leggjandi hendurnar varisliga á bakið á Líggjasi: Babba, flyt teg, tá ið hann var í vegin. Tað fyridømi tit vóru í verki, gav einum nógv at hugsa um, meira enn orð kunnu siga. Virðingin fyri hvørjum øðrum var stór, friður valdaði.
Nú, ið hesar reglur verða skrivaðar millum lond, setur sólin, og sangurin "Skuggar leingjast" kemur fram fyri meg, "langt á mál nú ikki er". Ólavur er komin fram á mál, "dýra, fagra morgunlandið sálin nú við gleði sær, og ein kemur mær ímóti, eins og sólin skínur hann, sár í hond og sár í fóti, Jesus, sum so dýrt meg vann... Aldri dagur aftna skal, heima har, sum hann er kongur, sálin livir ævigt væl". Ja, ein góður tilstandur.
Nú, ið tær síðstu reglurnar verða skrivaðar, rísur sólin í eystri yvir landi teirra doyggjandi, hvar sólin setur og rísur enn, Ólavur í landi teirra livandi, Ólavur skoðandi páskasólina, sum aldri setur, nei, dagur aldri aftna skal. Staðurin, lambið er ljós hansara (Op. 21,23).
Moody sigur um staðin: Hugsa, ein staður, har gøturnar ikki verða fullar av fólki, sum hevur nógv um at vera við keypskapi, og har eingir líkvognar aka skakuliga avstað í kirkjugarðin við syndarliga farmi sínum - ein staður við ongari sorg og ongum gravum, við ongari synd, við ongari gremju. Har verða hvørki brúdleyp ella skilnaður, hvørki føðing ella jarðarferð. Dýrd staðarins verður, at Jesus er kongur hansara, einglar vaktarmenn hansara, hini heilagu íbúgvar hansara.
Vit syrgja ikki sum tey, ið onga vón eiga, men saknurin er ómetaliga stórur. Símun Jóhan Wolles segði við eina jarðarferð, har hann nevndi, at hann á ungum árum misti besta vin sín, og so skoytti hann uppí: Og eg sakni hann líka nógv enn!
Eg kundi tikið mangt fram um vin mín Ólav, men eg síggi hann fyri mær, lítilátin og eins og sigur hann við meg: Sig minst møguligt!
Tann, ið leskar onnur, verður leskaður sjálvur (Orð.11, 25). Ja, Anna, Jóannes, Brita og Charlotta við familju! Tit hava við sangi, vitnisburði og gestablídni tykkara leskað mong.
Eg og konan takka hjartaliga fyri vinsemi og hjartalag, tit hava sýnt okkum og biðja, at Harrin skal bera tykkum uppi í komandi tíð.
M.S.