Leila er ikki longur okkara millum. Vit fara at sakna teg og okkara samstarv, Leila. Tað kennist tómt at hugsa, at tú ikki ert her longur. Tað eru bert fáir mánaðir, síðan vit hildu 30-ára føðingardagin hjá MBF saman við tær. Tað kom okkum ikki til hugs tá, at tú so skjótt, bara fimti ára gomul, skuldi fara frá okkum.
Leila var forkvinna í Giktafelagnum í nógv ár. Seinastu umleið 8 árini hevur hon verið forkvinna í MBF. Hesi árini hava vit á Almannastovuni/Nærverkinum kent Leilu.
Vit kenna Leilu sum eina kveikjandi og livandi, men hóvliga og stillføra stríðskvinnu. Uttan hóvasták, men málrættað og við stórum tolni arbeiddi Leila fyri at vinna teimum javnrættindi, íð hava skerdar møguleikar at virka orsakað av kroniskari sjúku ella breki. Leila royndi at vísa á loysnir, heldur enn at grenja um forðingar, sum hon sjálv tók til. Og hon hevði eina ósvikaliga trúgv uppá, at har viljin er til staðar, eru ábøtur møguligar. Og tað hevur hon prógvað fyri okkum.
Tað avgerandi fyri Leilu var at vísa á, at tey, ið bera brek eiga somu virðing sum onnur menniskju, hvørki meiri ella minni. Hon roknaði við samhaldsfesti sum endurbót fyri vantandi møguleikar at vinna inntøku ella størri byrðum sum avleiðing av serligum tørvi. Hon ynskti ikki at fáa olmussu, sum hon kallaði onkra veiting, ið ikki hevur grund í, at brekið ella sjúkan viðførir serligar útreiðslur hjá hennara limum, sum onnur ikki hava.
Leila var sera virkin í arbeiðnum at fáa ST-sáttmálan um javnrættindi teirra brekaðu setta í gildi í Føroyum. Hetta hendi í 2009. Fyri Leilu var tað sera avgerandi at tryggja teimum, ið bera brek, javnbjóðis rættindi og atgongd til luttøku á øllum økjum í okkara samfelag. Hon legði serliga dent á sektorábyrgdina, har tað er ábyrgdin hjá hvørjum myndugleika sær at tryggja, at lagt verður soleiðis til rættis, at pláss er fyri fólki, ið hava serligan tørv orsakað av breki. Tað verið seg í skúla, útbúgving, arbeiði ella aðrastaðni. Hon var sjálv beinleiðis virkin at vísa á týdningin av at fáa atgongd til handilsbygningar, bókasavn, skrivstovur o.a. Tað var óneyðug við nógvum orðum fyri at vísa á trupulleikan – tað var sjón fyri søgn, tá hon sjálv møtti í rullistóli.
Leilu líkt vóru tað meginreglur um menning og endurmenning (rehabilitering), meistring og læring, sum hon legði dent á í brekpolitikkinum. Endamálið eigur at vera at stuðla tí sjúka ella brekaða til at liva eitt so vanligt, sjálvstøðugt, innihaldsríkt og virkið lív sum til ber. Júst sum Leila sjálv altíð hevur roynt.
Menning og endurmenning verður ein týðandi snúningsdepil í okkara royndum at menna almannaverkið, nú Almannastovan og Nærverkið leggja saman. Vit høvdu vænta og vóna, at Leila kom at taka lut í tilgongdini og koma við sínum góðu ráðum og hugskotum.
Vit koma at sakna títt gløgga eyga og kritisku, men altíð uppbyggjandi viðmerkingar, Leila.
Hvíl í friði!
Til tykkum avvarðandi við samkenslu
--------
Almannastovan / Nærverkið
Petra Johnsdóttir Joensen, stjóri