Mikudagin 22. november hevði mamma, Josefina Højgaard á Toftum, fylt 74 ár. Hendan føðingardagin kom hon ikki at uppliva. Mamma doyði 21. september í ár, og hóast hon tey seinastu árini hevði nógv brek at dragast við, so kom deyðin sum ein rættiligur hvøkkur fyri meg og alla familjuna.
Mamma var úr Brekkum á Toftum. Foreldur hennara vóru Dagmar og Pidde Højgaard, sum bæði eisini vóru av Toftum. Mamma var elst av fýra systkjum og einasta genta. Sum ung fór hon í handilin hjá abba sínum D.P. Højgaard at arbeiða, men eitt ár var hon í Danmark og arbeiddi á einum røktarheimi, men kom aftur í handilin hjá langabba at arbeiða, har hon var, til hon giftist pápa, Eskild, sum eisini er av Toftum. Saman fingu tey fimm børn.
Mamma var sera áhugað í øllum lívsins viðurskiftum. Hon fylgdi væl við í hvat fyrifórst í samfelagnum. Henni dámdi væl at lesa og ikki at tala um krossorðagáturnar, sum hon hevði sum dagdvølju.
Mamma dugdi væl at gera mat, og fáir føðingadagar eru farnir burturúr her suðuri, har hon ikki er komin suður og hevur tikið hond í við fyrireikingunum. Væl dámdi henni eisini at savna familjuna í heiminum á Toftum, ongantíð vóru vit ov nógv eftir hennara tykki, og væl tók hon í móti versyni, verdøtrum, ommubørnum og langommusyni. Hon var líka við øll, og altíð hugsaði hon meiri um onnur enn seg sjálva.
Mamma var eisini stuttligt, hon dugdi væl at taka til og fortelja. Hon hevði góða sangrødd og sum yngri sang hon í kórinum hjá Hans Jacob Højgaard. Tað var ein stór uppliving fyri hana, tá ið tey eftirlivandi av kórinum møttust aftur til eina minningarkonsert í kirkjuni á Toftum.
Kirkjuna var mamma góð við og vitjaði trúgv, og sum presturin segði í gravartalu síni, møtti hon eisini altíð til tær konsertir, sum vórðu hildnar har.
Tann seinasta tíðin hjá mammu var strævin. Vit hildu øll, at tá ið hon hevði vunnið á ringu sjúku síni í fjør, fór hon at uppliva nøkur góð ár afturat, men so skuldi ikki verða. Hon datt, og fekk boð um at sita í koyristóli í tríggjar mánaðir, men sum altíð tá ið tað kom til sjúku hjá mammu, so sá hon ljóst upp á alt og væntaði, at aftan á tveir mánaðir, fór hon aftur at ganga. Tað gjørdi hon tó ikki her, men heima í himmalinum.
Eg tosaði í telefon við hana um morgunin, sum hon doyði seinnapartin. Lagið var sera gott, hon helt, at nú gekk alt framá, og eg gleddist við henni. Tí komu deyðsboðini sama dagin sera dáttliga við. Tað uggar meg tó at vita, at hon í dag er sloppin undan allari pínu og hevur tað gott, har hon er.
Við hesum fáu orðum vil eg lýsa frið yvir minninum av mammu míni, Josefinu Højgaard.
Herdis