Minningarorð um mammu okkara

Fanny Reinert Djurhuus

Tað er torført at skriva minningarorð um mammu okkara, tí hon var so nógv. Hon var so umfevnandi og líka so lítið sum lívið rúmast í orðum, líka so illa ber til at lýsa mammu okkara í fáum orðum.


Mamma vaks upp í Saltnesi og flutti Innan Glyvur, tá ið hon giftist við babba. Hon hevur helst longst aftur til Saltnesar fyrstu tíðina, og sambandi var so avbera vánaligt tá, men ongantíð hoyrdu vit hana gremja seg um tað. Eg minnist hana glaða, tá ið vit sunnudagar fóru við báti, út til Saltnesar at vitja ommu og abba.


Mamma var úr stórum systkinaflokki - hon var góð við síni systkin, tosaði ofta um tey hvør í sær, og tey sóðust javnan. Mamma var næstan altíð glað. Hon var sterk, bæði til likams og sálar. Orkaði væl at arbeiða og at vera í gongd.


Mamma var rationalistisk, hon fór ongantíð upp at vøsa um nakað. Tá ið vit sum børn gramdu okkum um eitthvørt, segði hon altíð, “tað man fara at javna seg”, og tað gjørdi tað, javnaði seg. Sum barn er tað sum mamman sigur altíð lóg.


Mamma var skemtingarsom og ‘hittinorðað’, tað var stuttligt at hoyra hana ‘folda seg út’. Tað var ofta torført at argumentera ímóti, tá ið hon hevði okkurt á hjarta.

Mammu dámdi væl at syngja, hon sang í Stranda sangkóri í nógv ár. Sum barn helt eg onkuntíð, at tað var ov mikið av tí góða, tí hon sang so hart í kirkjuni. Á tann hátt var hon øðrvísi enn eg – hon hevði ikki hetta við at vilja “fella í eitt við tapetið”.


Arbeiðslívið hjá mammu var øðrvísi enn hjá mammum í dag, hon var heima øll árini vit systkin vóru smá, fór ikki at arbeiða úti fyrr enn hon var tilkomin og vit børn vóru vaksin.

Hon hevði nokk at gera sum heimagangandi mamma við seks børnum, hon gekk upp í tað við lív og sál. Bant alt, sum vit høvdu brúk fyri, troyggjur, vøttir, hosur og annað. Hon var ærukær og eg minnist hvussu glað hon var fyri, at onkur hevði havt á orði, um børnini, sum altíð vóru í so vøkrum troyggjum, og sum ikki sóu slitnar og tódnaðar út. Umframt eisini at seyma nógv klæðir til okkum heima, tók hon á seg arbeiði fyri onnur, so sum reperatiónir, at leggja einar buksur upp, minka okkurt plaggið, ja hetta fyri fólk við fjørðin og meira.


Hon matgjørdi og bakaði sum konur flest. Eini hundrað bollar fleiri ferðir um vikuna, tá ið harðast stóð til, og kanska mostur og systkinabørn vóru og ferðaðust hjá okkum. Føðingardagar varð nógv gjørt burturúr – holukøkur og nógv annað gott var á borðinum, heimagjørdar kransakøkur, tá ið onkur hátíðardagar var.


Umframt alt tað dagliga húsliga arbeiðið, vóru eisini stundir til hondarbeiði, sum henni dámdi sera væl. Hon gjørdi hosubond, vestar, altardúkar, hosur og mangt annað.

Mamma frøddist yvir alt sum vakurt var, blómur, pen klæðir, skógvar og tílíkt.

Mamma var góð við síni nærmastu og fylgdi væl við hvussu til stóð .Vóru ommubørnini sjúk, ringdi hon og spurdi hvussu gekk. Til høgtíðir kom hon altíð við onkrum, páskaprýði, jólastjørnum, onkrum bakstri ella øðrum.

Mamma hevði eisini ábyrgdarstørv uttanfyri heimið, hon sat í kirkjuráðnum í fleiri ár. Hon var góð við kirkjuna, og á kirkjuna bygdi hon sítt andaliga støði.

Eg kundi onkuntíð halda, at tað var synd í mammu, at hon so seint byrjaði at arbeiða úti, tí hon treivst so væl í tí arbeiðinum, og tað gav henni persónliga so nógv. Sjálvt um høgan aldur, so arbeiddi hon nógv, og tá ið vit húsfólk hildu, at tað bleiv ov nógv av tí góða at taka tvær fylgjandi vaktir, so segði hon bara, ”jamen, eg seti meg ikki hendur í favn, tá ið eg komi til hús alíkavæl, so eg verði ikki móðari av tí”.


Mamma hevði fleiri vinkonur, og eina sum hon nevndi ofta er Dora. Hon rósti altíð Doru fyri hennara dygdir.


Mamma skapaði eitt heim, har tað var fjálgt at vera hjá okkum øllum, hjá okkara vinfólki, hjá kenningum, hjá gestum og hjá øllum sum komu á okkara gátt.


Mamma tók sær av okkum uppá ein “vaksnan máta”. Hon var ein fyrimynd, hon tók ábyrgd og hon bar mótburð í tolni. Hon var babba ein góð kona; meg minnist valla øvugt orð teirra millum.

Mamma og eg høvdu ikki eitt samband sum vinkonur, nei, hon var mamma mín, líka til hon fór frá okkum.


Friður verið við minninum um mammu okkara


vegna systkini


Meinhild