Minningarorð um Martin Jákup Strøm

føddur 30. august 1948 - deyður 18. desember 2000

 

Tá eg fekk boðini um, at tú ikki longur var í millum okkum, runnu nógvir tankar fram fyri meg. Fyrst um alt tað, sum Strøm familjan hevur verið ígjøgnum, um persónar, sum hava verið ryktir frá okkum inn í ævinleikan. So aftur nú, nu vóru boðini efitr tær.

Og vit lesa í Sálma 139,16: »Sum fostur sóu eygu tíni meg, og í bók tíni stóðu teir allir upskrivaðir, dagarnir, ið ásettir vóru, áðrenn nakar av teimum enn var komin«.

Fyri eini 10 árum síðani kom eg at kenna teg. Vit vóru staddir inni í uppihaldsstovuni á Sjómansheiminum í Havn, vit bíðaðu eftir bussinum, eg á veg norð til Norðdepils og tú til Oyndarfjarðar, til bátin hjá tær, »Suðuroy«, sum lá har, gjørdur klárur til at fara á Norðhavið.

Tað var lætt at koma í prát við teg, áhugamál okkara vóru tey somu. Tosað varð um útróðrarleiðir, og um umstøðurnar hjá útróðrarmonnum.

Serliga kom eg tær uppá nær hond í 1995. Tá var ágangurin á útróðurin viðvíkjandi kvotum so harður, at flestu bátar niðan fyri 20 tons sigldu til Havnar at vísa sína misnøgd.

Serliga hugsi eg um tá dagatal skuldi leggjast á útróðrarbátarnar, tá gjørdist tú oddamaður fyri útróðrarmenninar í Føroyum, og ikki varð helmað í fyrrenn umstøðurnar hjá útróðrarmonnum aftur komu í ordan, hetta hava vit tær at takka fyri, so eisini eftirkomararnir kunnu halda fram í hesum stætti.

Tú var so sera røkin maður, hetta sást eina best á báti tínum, sum tú sjálvur hevði gjørt. Báturin var fiskibátur burturav, men eisini en lystyacht, altíð so reinur bæði innan og uttan. Man føldi seg, sum at koma inn í eina stovu, tá man fór umborð til tín at drekka kaffi. Eg var eisini umborð á trolaranum, tú sigldi við, einaferð tit lógu á Klaksvík, har var á sama hátt eitt sera nosligt maskinrúm. Hetta lá alt so ræði fyri hjá tær, tí soleiðis vart tú av nátúr.

Siðani tá tosaðu vit altíð saman ofta tvær ferðir um mánaðin, seinast fjúrtan dagar áðrenn tú andaðist. Tú vart altíð hin sami frílynt maðurin hvussu so umstøðurnar vóru.

Føroyingar hava mist ein mann, ið vildi nakað vog serliga fyri tann meiniga mannin.

Hvat stendur so eftir, nú tá alt stríð er liðugt.

Tað er at hava vissa sær pláss heima há Gudi í ævinleikanum. Mangan tosaði tú um tað kvøldið í Havn, tá tú komst til hesa sannføring, at tað bert var við trúgv á Kristus, so áttu tú frið við Gud.

Orðatøkini 10,25 siga: »Tá ið stormurin kemur, er úti við hinum gudleysa, men hin rættvísi stendur á ævigari grund.«

Vit hava hjartans samkenslu við tykku, konu, børnum og systkjum og øllum sum stóðu tær nær.

Eina serliga heilsan tl mammuna, Louisu, sum hann var so hjartans góður við. Má Harrin geva tykkum ta styrki og troyst, sum skriftirnar geva. 2. Mósebók 23,20: »Eg sendi eingil undan tær, hann skal varða teg á ferðini og fylgja tær til staðið, ið Eg havi ætlað tær.«

Tøkk til tín, sum nýliga ert blivin skipari, og á veg frá kapellinum gav tú mammu Martin blómur og nøkur troystandi orð á ferðini. Má signing Guds fylgja tær.

Friður verið við minninum um Martin.

Vinur tín

Essa