Mánamorgunin 6. desember, meðan eg sat í mínum arbeiði, ringdi telefonin. Ein lágmælt rødd segði mær, at Randi var farin heim til teir ævigu bústaðir. Eg slepti mínum arbeiði og segði við tann, ið eg arbeiddi saman við, at arbeiðið mátti leggjast niður og eg mátti fara heim.
Góða Randi, vit roknaðu við, at vit skuldu fáa nøkur góð og rík ár saman aftrat; men Guð vendi tí til nakað annað, sum vit fáa svar uppá tá vit koma heim.
Tá ið eg hoyrdi hesi boð, kom eg at hugsa um Jesus, tá ið hann kom til heimið hjá Marthu, Mariu og Lasarus, tá sorgin vitjaði hetta heim. Jesus segði við Marthu: »Eg eri uppreisnin og lívið, tann, sum trýr á meg, skal liva, um hann so doyr. Og hvør tann, sum livir og trýr ámeg, skal í allar ævir ikki doyggja. Trýrt tú hesum?« Hon svaraði honum: »ja, Harri, eg trúgvi, at tú ert Kristus, Guðs sonur, hann sum skal koma til verðina«. Tá ið hon hevði sagt hetta, fór hon avstað og rópti loyniliga systur sína Mariu og segði: Meistarin er her og rópar teg.
Randi upplivdi frelsuna í Jesusi Kristusi á ungum árum, og hon fekk at kenna, at eins og Jesus hevði borið hana gjøgnum lívið her á jørð, soleiðis vildi hann eisini bera hana inn um perluportrið, har eingin sorg og pína er, men bert valdar friður og gleði. Har skal Jesus sjálvur turka hvørt tár.
Vit vóru saman við Randi í Danmark og fóru til evangeliskar fundir. Har fekk Randi persónligar heilsanir frá Jesusi ígjøgnum trúgvandi vinir. Ein heilsan, hon fekk, var hendan: At eingil Guðs skuldi leiða hana, og Jesus skuldi geva henni frið, og at hon skuldi ikki óttast. Onnur heilsan var: »Randi det skal gå dig godt«.
Randi upplivdi, at óttin fór og Guðs undurfulli friður hvíldi yvir henni. Eisini segði Randi frá, hvussu hon teskaði upp til sín frelsara, fyri hvørt fet hon og Olaf stigu, tá tey gingu inn á ríkishospitalið og orðini vóru hesi: »Randi det skal gå dig godt«. Randi hoyrdi tað sama sum Maria hoyrdi: »Meistarin er her og rópar á teg«.
Randi hoyrdi eisini himmalskan tónleik og kendi tónleikaran. Hetta eru rík minni fyri døturnar og vinfólkini, sum vóru um hana til tað síðsta.
Góði Olaf, tú visti eisini frá ungum árum av, hvar tú skuldi leita og finna frið og styrki, og hetta var við Jesu føtur. Góði Olaf, tú segði so væl frá uppi í svimjihylinum, hvussu tínir forfedrar leitaðu til Jesus og fingu kraft ígjøgnum henda sálm:
Kom i den sidste nattevagt
I en af mine kæres dragt,
Og sæt dig ved min side,
Og tal med mig, som ven med ven,
Om, hvor vi snart skal ses igen
Og glemme al vor kvide!
Eisini hetta upplivdi Randi, at hennara kæru og vinfólk settust við síðu hennara, og tosaðu við hana, sum vin til vin, hvar tey kendu, at vinurin Jesus var til staðar.
Tað er svárt, og ein stórur tómleiki er eftir her hjá okkum, nú tú ert farin frá okkum til teir ævigu bústaðir. Men vit eiga rík og góð minnir um títt kærleiksfulla smíl og tína positivu fatan av lívinum. Tú var altíð góð við ráðum, hjálpsom og hevði gestablídni út um øll mørk.
Tí skal okkara síðsta ynski og heilsan til tín, góða Randi, frá okkum verða:
Farvæl, farvæl, men ikki ævigt, nei!
Ein stuttan dag, eitt lítið tíðarskeið,
So hittast vit, har skilnaður ei er,
og inntil tá ? farvæl!
Við hesum orðum vilja vit lýsa frið um okkara góða og trúgva vin.
Hjalgrim