Minningarorð um ommu okkara

Magdalenu Olsen (Vál-omma), fødd 29.09.16 · deyð 17.08.07

Nú eru fýra mánaðir síðan omma okkara slóknaði eftir eitt langt lív.


Omma okkara vaks upp á Válinum. Foreldur hennara vóru Hanna og Kristian Olsen. Omma vaks upp í stórum systkinaflokki. Hon var triðelst av 11 systkjum.


Omma giftist við abba okkara Vilhelm Olsen, eisini ættaður av Válinum. Tey fingu 6 børn og tóku 2 onnur til sín. Omma gjørdist einkja í 1985, tá abbi brádliga doyði.


Omma fekk nógvar eftirkomarar, uppaldi 8 børn, sum viðførdi nógv ommu- og langommubørn. Omma var so heppin at liva so høgan aldur við góðari heilsu og síggja bæði ommu- og langommubørn vaksa upp.

Omma var eitt ógvuliga róligt og toli menniskja. Alt, ið omma tókst við, var handfarið róliga og stillisliga, men nógv kom burturúr.


Omma var ógvuliga lítillátin, gjørdi lítið burtur úr sær sjálvari.


Orðatakið sigur: »Har tað er hjartarúm er eisini húsarúm«. Tað kunnu vit sanniliga siga um heimið hjá ommu. Hóast húsini eru smá, hava vit altíð øll somul rúmast har, uttan at geva okkum far um, at tað í roynd og veru er so lítið pláss.


Vit minnast øll væl, tá vit sum børn, komu út á Vál at ferðast. Ofta vóru vit fleiri, ið komu í senn, og tað kundi verða rættiliga lívligt, men við sínum róliga lyndi setti hon okkum upp á pláss, hóast hon ongantíð skeldaði. Sigast kann, at omma var ein rættiliga góður pedagogur.


Hesi seinastu árini hevði omma fastan bústað hjá dóttrini Dinnu og versoninum Jóhan í Kvívík. Har treivst omma væl og kendi tað sum sítt annað heim. Nú omma var viknað, vóru Dinna og Jóhan henni ein góð hjálp. Hetta eru vit øll sera takksom fyri.


Omma flutti á sambýlið í Vestmanna í januar 2007. Har hevði hon tað gott og kendi fólkini, ið vóru um hana, umframt at Dinna, ið arbeiðir har, var um hana næstan dagliga.


Ikki vardi tað okkum, tá omma bleiv sjúk í summar, at hennara lívsskeið var at enda komið, tí hóast omma var ússalig av og á, hevur hon altíð vunnið á sjúkuni. Men nú vildi Harrin hava ommu heim í ævigu bústaðirnar.


Nú á jólum kendist eitt rómrúm, nú omma ikki er ímillum okkum meira. Tað var undarligt ikki at fara inn til Dinnu og Jóhan á jólum at heilsa uppá ommu og bera henni jólapakkan, ið hon var so gleð fyri, og sum hon gleddi seg sum eitt smábarn at pakka upp.


Saknurin eftir ommu er stórur, men minnini eru rík.


Ærað veri minnið um okkara elskaðu Vál-ommu.


Bjørg, Vilhelm, Bina, Marjun og Jórun