Tungt er at seta seg niður at skriva nøkur orð um pápa mín, sum var so nógv fyri meg og mína familiu.
Fyri knapt 18 árum síðani bleiv okkara einasti beiggi knappuliga tikin frá okkum, í allar fagrasta veðri. Ikki vardi tað meg, at babba eisini skuldi fara so knappuliga frá okkum, eisini í góðum veðri har sól skein.
Babba var ein sera friðarligur maður, gjørdi ikki nógv um seg har hann var, hann var altíð klárur at hjálpa, var ikki bangin at geva eina hjálpandi hond um mann hevði brúk fyri tí, babba var ein sera kjerligur persónur, gloymdi ongantíð síni kæru. Eg kann ikki gloyma, tá eg ringdi norður til hann og fortaldi honum, at eg hevði átt, og at tað bleiv ein lítli Torleif sum vit fingu . Tá svaraði hann, hvat er tað tit hava fingið ein son? ja, og nú verður tú uppkallaður, svaraði eg, ok verði eg tað? Eg hoyrdi hvussu stoltur hann bleiv.
Babba var ein kendur maður, og komst tað nokk av fótbóltinum, har hann var formaður í fleiri ár í FSF. Hann var við at seta Føroyar á heimskortið saman við hinum í FSF, og eri eg sera stolt av honum.
Babba var sera støðufastur við tað hann fekst við, hann var leingi deildarleiðari í Fk her í Klaksvík, og meini eg, at hann var har yvir 20 ár.
Hann var eisini áhugaður í politikki, hann sat í býráðnum í næstan 16 ár.
Babba hevði bátar, har hann átti Alfa Pilot. Eisini átti hann saman við øðrum Fiskimúla og Kvikk.
Babba gekk høgt uppí familiuna, hann var sera góður við teg mamma, har hann segði ofta hvussu góða konu hann átti, og hvussu góður hann var við teg. Hann var ikki bangin fyri at brúka orðið at elska, og altíð fekk tú eitt blómutyssi frá honum 31. januur, tí tað er tykkara brúdleypsdagur, og fekk tú eisuni eina sera flotta í ár frá honum, 12 dagar aðrenn hann doyði, eisini har skrivaði hann, at hann elskaði teg.
Babba var eisini góður við okkum systrarnar og makanir hjá okkum, tað segði hann fyri mær, tá hann ringdi til mín og bað meg koma eftir sær, vit koyrdu ein biltúr og prátaðu um mangt og hvat, millum annað segði hann hvussu glaður hann var fyri havnina norðuri á Áninum, har hann hevði havt ein fingur á, og var hatta eitt stórt hjartamál hjá honum, at fáa eitt gott atløðupláss her norðuri.
Babba var era góður við abbabørnini og vóru tey eisini góð við hann. Tað var mangan , at børnuni fóru inn í kamari til abba at fáa eina søgu, har hann fortaldi um kópin í kjallarinum, sum hann átti, tá hann var ungur, og nógvar aðrar góðar søgur sum hann sjálvur pentaði saman.
Ikki er nøkur loyna at børnuni sakna abba sín, tað er fyri kortum eg gjørdi tey yngru hjá okkum klár at fara í barnagarð, vit eru á loftinum, tá letur úr Elsu Mariu "mamma nú skínur sólin og abbi eigur at snakka við menninir á bedingini, so eigur hann at koma til okkum" so tað er tekin upp á, at tey eisuni sakna hann.
Góða mamma, tað er sera tungt hjá tær, fyrst at missa tín einasta son, so at missa tín elskaða mann. Tú var so góð við teir báðar, og ikki kann sigast hvussu stórur saknurin er hjá tær, men eitt er vist, at nú eru Steindor og babba saman heima hjá Jesupápa, og at har hava teir tað gott. Eisini vita vit, hvussu nógv babba saknaði Steindor.
Góða mamma, væl veit eg, at orð eru fatøk, men mín vón er, at Jesupápi vil styrkja teg í stóru sorguni, og tú veist at eg altíð eri at heita á, og vilja vit á Bakkanum hjálpa tær, um tú hevur brúk fyri tí.
Góði babba takk fyri alt tú vart fyri meg og familiu mína, eg sakni teg, eg elski teg.
Ærað veri minni um mín elskaða pápa, Torleif Sigurðsson.
sofía.