Hósdagin 3. juli komu boðini um, at Sonni Olsen var farin, einans 60 ára gamal. Tað fór ein kaldur gjóstur ígjøgnum okkum øll, hendan vakra summardagin. Boðini komu ikki heilt óvæntað á okkum, ið vistu at hann var sjúkur. Tó var vónin har, tí áður hevði hann mangan brattan farið, men hesaferð var Sonnasa tímaglas runnið út. Sunnudagin 6 juli var Sonni borin út úr Eiðis kirkju. Ein stór hugtung mannfjøld var savnað at vísa Sonna hin seinasta heiður. Sólin skein fagurliga, hóast løtan var tung og svár. Fylgið var so stórt, at ikki øll sluppu inn at sita í kirkjuna, har Emil prestur hevði gravartaluna og við vælvaldum og uggandi orðum segði um Sonna og hansara lív. Síðani legði prestur hann í Harrans hendur. Kórið; Vitin úr Klaksvík, sum Sonni sjálvur setti so høgt, sang tveir vakrar og hugvekjandi sálmar fyri okkum. Hetta var ein hitandi og uggandi løta. Tó var ongin óávirkaður, tá synir, abbasynir og verðsynir bóru Sonna úr úr kirkjuni og ein hvøll spyrjandi barnarødd hoyrdist: “Mamma, hvar fer abbi ?” Fleiri av okkum svaraðu innantannað: “Nú hevur hann fingið frið, og nú fer hann heim!” Sonni vaks upp á Eiði, og hetta var hansara heimur, tá og alt lívið. Hann var av raskastu unglingum og hartil sterkur og fimur, sum teir fæstu. Alt sá so fagurt út fyri framtíðina, men inni í honum reiðraðist lagnusjúkan, meðan Sonni vaks seg til raskan mann. Sum stórur smádrongur fekk Sonni ávíst, at hann hevði sjúk nýru. Annars livdi hann sít vanliga lív. Sum bygdadrongur hjálpti hann til við øllum vanligum arbeiði á landi og sjógvi. Fór burtur, tá tann tíðin kom og var sera væl dámdur, raskur og hugagóður. Harafturat dámdi honum skemt og var sera hugnaligur at vera saman við. Hann giftist við Katrini, sum hann lærdi at kenna ungur úr nærumhvørvinum. Tey fingu sær hús á Eiði og yvirtóku seinni barndómsheimið hjá honum Yviri við Gjógv og broyttu tey til nútíðina. Sonni og Katrin fingu 4 børn – tveir dreingir og tvær døtur. Karstin, sum nú býr í Onglandi. Heidi, sum giftist til Klaksvíkar og Vilbjørg og Jóhannes Einar, sum búgva á Eiði. Tá so brekini við nýrunum seinni blivu ov stór, fekk hann sær arbeiði á landi, men hugurin til sjógvin var har framvegis. Hann royndi einkultar túrar burtur aftur. Tað var ikki bara línan, sum hann kendi, men hann royndi teir flestu veiðihættirnar og væl lá fyri hjá honum. Ein álitismaður og ein maður allir vildu hava við umborð. Hann bleiv tó meira og meira ávirkaður av sjúkuni og bleiv síðani settur í dialysuviðger her og niðri. Tað gekk so eina tíð og hann hevði tað upp og niður, men so var einasta vón, at hann mátti fáa eitt annað nýra, og tað var ikki bara sum at siga tað. Hetta gjørdi, at eisini annað í likaminum bleiv ávirkað. Henda tíðin fór illa við honum. Hann var ofta innlagdur her og niðri í Danmark. Eisini fyri hansara nærmastu var tað ein strævin tíð. Einaferð fyrst í nítiárunum kom hjálpin. Ein í ættini og vinmaður hansara, vildi, um hetta kundi læta seg gera, geva honum sítt eina nýra. Hvat hevur verið í tonkunum hjá teimum báðum og teimum nærmastu hesa tíðina, vita vit ikki. Vit víta tó, at hetta prógvar ein sannan vinskap. Øll vildu vit óiva havt ein slíkan vin. Á ólavsøku í 1991 lógu teir lið um lið á Ríkissjúkrahúsinum til skurðviðgerð. Til alla lukku gekk hetta væl og fekk Sonni nærum tvey ártíggjur afturat, vegna hendan ósjálvsókna vinskap og sjúkraviðgerð annars. Hetta er ein av teimum kvirru hetjunum, ið ganga okkara millum. Okkum øðrum kann tað vera ein áminning um, at vera enn jaligari at donera gøgn. Sonni náddi av hesum at síggja síni børn blíva vaksin og at kenna síni abbabørn, ið hann var so sera glaður fyri og góður við. Ein kerligari og betri abba sást tú neyvan. Eisini náddi Sonni at síggja yngru dóttrina blíva vígda her beint frammanundan. Sonni var ikki ein, ið gjørdi nógv hóvasták burtur úr sær sjálvum. Ei heldur var hann ein, sum gramdi seg um sína sjúku, heldur var tað øvugt. Hann var blíður og dugdi sera væl við øðrum fólkið og var eins við øll. Um hetta var viðføtt ella boðaði um serligan lívskunnleika vegna sjúku sína, kunnu vit bara gita okkum til. Hann royndi alt lívið, at arbeiða, tá hann kundi - og tað hann var mentur. Hansara partur skuldi helst ikki liggja eftir. Eisini eftir, at hann legðist upp á land. Fyrst koyrdi hann lastbil og smíðaði eina tíð. Mangan harðan vetur hevði hann á fjøllunum við at grava kava. Seinastu árini hjálpti hann bóndanum, var vaktarmaður umborð á liggjandi skipum og brýndi á flakavirkinum. Sjálvandi var hann eisini áhugaður í lívinum á plenuni Niðri á Møl. Ikki minni, tá teir eldru spældu krokk har niðri. Har hevði hann nakrar góðar løtur saman við vinmonnunum. Heimið hjá verforeldrunum á Tøvuni var eitt savningarstað í Norðskálabygd og tá so svigarsynir og svigardøtur løgdust afturat, kundi mangan vera trongligt, men altíð var hjartarúmd. Vit vóru øll vælkomin, men vistu, at av okkum var Sonni fremstur hjá vermóðir. Ikki var tað tí, hann bara streyk henni og øðrum eftir hárinum. Hann kundi saktans hava sínar sterku viðmerkingar. Sonni var eisini vældámdur niðri á Ríkissjúkrarhúsinum og á Hotel Thorshavn fyri sítt jaliga lyndi, so tað var so natúrligt, tá vit, tveir svágrar, skuldi niður á Ríkissjúkrahúsið, at hann líka sum upplærdi okkum har og gjørdi okkum tað lættari at vera har. Hann fylti so nógv, har hann kom, á tann góða mátan , og hevði so lætt við, at koma í samband við onnur og at fáa vinskap við nógv ymisk fólk. Vit tríggir vóru nógv inni hjá hvørjum øðrum hesa tíðina. Sjúkrasystrarnar vóru heldur bilsnar, tá vit søgdu frá, at vit vóru svágrar. Og tá vit so søgdu, at ein svágur kom afturat í næstu viku, spurdu tær sjálvandi hvussu nógvar systrarnar vóru... Hann var ein stuðul fyri onnur sjúk og hevði sambond við fleiri teirra aftaná sjúkralegu. Eg vil takka, tær Sonna, fyri at vit kendust og fyri okkara vinskap. Eg veit, at hetta eisini er galdandi fyri okkum allar svágrarnar og svigarindurnar. Tykkum nærmastu, Katrin og børnum tykkara við makum, abbabørnum og langabbasyni og syskin hansara við familium vil eg vísa mína stóru samkenslu í sorg tykkara. Jóin