Minningarorð um systrarnar Sofíu Jacobsen og Karlu Joensen í Skálum

Til minnis um Sofíu Jacobsen, vanliga nevnd Fía í Skálum - okkara fittu og høgt elskaðu ommu.

Fødd 6. oktober 1918 og deyð 9. februar 2010

Góða fitta omma.

Hesi orðini eftir Paulus vóru lisin í kirkjuni til tína jarðarferð, “men latum okkum ikki troyttast av at gera tað, sum gott er! Tí at í sínum tíma skulu vit heysta, um vit ikki gevast. Vit halda, at tey lýsa so væl teg omma og tað tolsemi tú sum menniskja hevði. Tú vart lítillátin og altíð við tí góða, tú sást lívið sum eina guðs gávu. Tú dugdi altíð at fáa sum frægast burtur úr líkamikið hvat. Eitt jaligt lyndi og altíð nærverandi. Víð tínum ótruliga tolsemi og góðsinni hevði tú gávur, sum gjørdi at øll kundu fara til tín. Altíð til reiðar at leggja oyra til og altíð til staðar.

Hóast tú komst frá einari aðrari tíð og hevði aðrar lívsroyndir, vart tú altíð við tí góða og dugdi at venda tingunum til tað positiva og bara vera til staðar um tørvur var á tí. Ofta tosaðu vit við teg um tær broytingar sum høvdu verið í tínari tíð, men tú dugdi sera væl at taka tað nýggja til tín. Vit kundu tosað um alt. Vit kendu okkum altíð vælkomnan hjá tær í Skálum. Tað er ongin ivi um, at tú vart til fyri familjuna hjá tær og at tú hevur havt ein stóran leiklut í okkara lívi.

Tú var næstyngst av 6 systkjum, fyrst 3 beiggjar og síðani 3 systrar. Pápin var bóndi Hans Jacob í Skálum og mamman Jóhanna úr Kollafirði. Tú giftist í 1946 við Hannis Jacobsen úr Hósvík og tit fingu 3 børn Dánjal, Sámal Jákup og Jóhannu. Longu sum 54 ára gomul gjørdist tú einkja í 1972.
Í 1973 bleivst tú omma til tríburðar og skjótt løgdust fleiri aftrat, hetta hevur tú gingið uppí við lív og sál. Í alt komu 11 ommubørn og 28 langommubørn.

Vit kenna okkum takksom fyri, at hava havt teg í millum okkum “so leingi”. Tú vart tann seinasta av tínum ættarliði sum fór. Vit vita at tú fekst eitt langt lív, men hóast tú bleiv gomul er saknurin ikki minni stórur. Fyri okkum hevði tann rætta løtan ongantíð komið, at tú skuldi fara. At missa teg kann ikki lýsast í orðum. Minnini eru góð og dýrabær. Tú hevði nú nátt høgan aldur og kendi teg kláran at fara hagani og heim til hansara, sum tú hevði sett títt álit á. Seinastu árini segði tú ofta, at tú helt teg hava havt eitt gott og ríkt lív. Fyri okkum sum eftir sita er tað ringt at fata, at vit ikki aftur sleppa at sita heima hjá tær í tínum fjálga og hugnaliga heimi saman við tær og fáa ein drekkamun.

Ofta hava vit tosað um, hvar tín innara styrki kom frá , tí ikki kann sigast, at tú sjálv hevur havt eitt sorgleyst lív. Longu sum 12 ára gomul genta misti tú tína kæru mammu, hetta var svárt, tað hevur tú eisini sagt. Eisini misti tú ein beiggja í ungum árum, sum stóð tær serliga nær. Tú gjørdist tíðliga einkja. Tað at missa mammu tína var ein stór sorg, sum óivað hevur merkt teg nógv. Hetta var møguliga eisini við til, at tú og systurin Karla, sum var 2 ár yngri blivu serliga tætt knýttar. Ofta sóust tit saman og vitjaðust tit næstan hvønn dag. Tað var tí eisini svárt hjá tær, tá hon fór. Hon doyði á sumri 2008.

Góða omma tú hevur verið so nógv fyri tíni og tað fekst tú eisini aftur við at øll vóru líka góð við teg. Við sorgblídni fara vit altíð at minnast teg, fyri okkum vart tú tann besta omman vit kundu hugsað okkum. Hvíl í friði góða omma og takk fyri alt.

Joan, Tina, Vivi og Hannis
-------------------------------------------

Tilminnis um okkara góðu ommudid Karlu Joensen í Skálum
Fødd 30. apríl 1921 og deyð 28. juni 2008

Karla sum var tann yngsta av tykkum 6 systkjum, hevði eisini eitt heilt serligt pláss í okkara hjørtum. Hon var okkara ommudidd. Fyri okkum vóru omma og ommudidd tvær serligar kvinnur í okkara uppvøkstri. Tit vóru tvær ótruliga góðar og fittar systrar, sum høvdu nógv saman. Tit høvdu nógv gott at geva okkum børnum. Vit hava so nógv góð minnir um tykkum báðar, sum fyri okkum hava havt so stóran týdning.

Vit minnast hvussu hugnaligt tað ofta var at koma inn til tykkara ommudidd og abba. Maður tín Ábraham var okkara abbi. Vit høvdu ongan abba og tað var tí sjálvsagt, at hann bleiv okkara abbi. Tað kendist altíð so lætt og stuttligt at koma inn til tykkara. Tit góvu tykkum altíð stundir til eitt prát og ein góðan drekkamun saman við okkum. Vit minnast hvussu stuttligt tað kundi vera, tá ið tit sótu og spældu kort. Tit høvdu eingin ommubørn fingið tá, og vóru vit nógv inni hjá tykkum. Tit vístu altíð tykkara áhuga fyri, hvat vit fingust við. Abbi doyði í 1992 og tað var svárt fyri teg ommudidd. Tú saknaði hann sera nógv, men var takksom fyri tað, tit høvdu havt saman.

Tá ið vit fingu børn gleddist tú ommudidd saman við okkum. Ofta tá ið vit fóru heim til ommu at vitja komst tú ein túr framvið og tú hevði nakað heilt serligt fyri børnunum.

Hetta er nú ein farin tíð har omma okkara Fía og systurin Karla eru í Skálum.
Hvíl í friði góða ommudid og takk fyri alt.


Joan, Tina, Vivi og Hannis