Minningarorð um Vøgg Guttesen

   

Deyðsboð eru altíð svár at fáa, og svárast tá ein góður vinur fer á alt ov ungum aldri. Soleiðis var henda dagin, eg frætti, at Vøgg knappliga var deyður. Ta fyrstu løtuna hugsar tú í stuttum um alt tú minnist um vinmannin, ið farin er. Og Vøgg var av sonnum góður vinmaður. Trúfastur sum fáur. Summi kendu mest Vøgg frá arbeiði hansara sum býarverkfrøðingur. Onnur lestrarárunum. Og uppaftur onnur kendu hann stutt og greitt sum tann fryntliga mann, hann altíð var.

Eg kom mest at kenna Vøgg sum ein hollan stuðul uttast á vinstravonginum í politikki. Ikki tí, hann var trúfastur stuðul øll árini, »Framin« kom út sum fremsta útisetablað, vit hava havt á vinstravonginum, virkandi fyri loysing og sosialismu. Eg minnist eitt viðtal, sum eitt av føroysku myndabløðunum hevði við Vøgg. Hann segði uttan nakað himpr, at hann var kommunistur. Slíkt krevur dirvi, tí kommunistar vóru tá sum nú jagstaðir av máttmiklu íhaldskreftunum, ikki minst her á landi.

Eg ivist onga løtu í, at tað gleddi Vøgg almikið, tá hann saman við nøkrum fáum øðrum, ið høvdu ta glæsiligu hugsjón at virka fyri Føroyum sum einum sosialistiskum tjóðveldi, fóru undir útgávuna av »Fríu Føroyum« í 1983. Blaðnum var lív lagað í 10 ár, mangan undir ófatuliga trongum korum, bæði so og so. Men øll hesi 10 árini var Vøgg ein hollur stuðul, ein sum ongantíð sveik, ein sum altíð kundi lítast á. Og altíð kundi tú heita á hann. Fyri meg var hetta ein ógloymandi tíð. Ein rík og strævin tíð saman við góðum lagsbrøðrum. Og júst Vøgg var ein lagsbróðir, sum skaraði framúr. Hann veik aldri ein tumma frá sínum hugsjónum.

Vøgg hevði ferðast nógv í táverandi sosialistisku londunum í Eysturevropa, og hevði hetta hansara stóra áhuga.

Eisini var hann íðin frímerkjasavnari, og hóast eg ikki eri nakar frímerkjasavnari, so má eg siga frá eini hending, mær var fyri í 1993. Eg var sum so mangan staddur í Havanna. Tað var so mangan, at telefonin hjá mær ringdi. Aloftast vóru tað kubansk vinfólk, ið ringdu. Men hesaferð var tað formaðurin í Filatelistfelagnum í Havanna, sum ringdi og spurdi um eg kendi Vøgg Guttesen. Eg var púra bilsin, jú, hann kendi eg ógvuliga væl. Tá hevði Vøgg givið honum boð um, at eg var staddur í Kuba í fleiri mánaðir, og hesin kubanin fekk so fatur á mær, og vit prátaðu nógv meira um Vøgg enn um frímerki. Vøgg og hann høvdu havt brævasamband í mong ár. Men Vøgg hevði ongantíð hitt henda kubanan!

Tann stóri skari, sum fylgdi Vøgg til gravar, sýndi hvussu avhildin hann var, og gravtaluna hjá Sonju Klein fari eg seint at gloyma, hon segði so ómetaliga nógv. Har var vísdómur aftan fyri hvønn einasta setning.

Mong eru tey, sum við mær minnast Vøgg við størsta takksemi. Men hjá tykkum, familjuni, og serstakliga Olgu, er missurin ófatuliga stórur, og eg havi mína djúpastu samkenslu við tykkum, sum mist hava so nógv.


Arnbjørn R. Thomsen