Dáttliga komu boðini at Randi var deyð, á byrjan við sum ein skelkur – hvat var hent?
Tað var veruleiki, Randi var deyð náttina til týsdagin 79 ára gomul. Hon var ein av mínum bestu vinkonum gjøgnum umleið 60 ár.
Sum heilt ungar gentur komu vit báðar til Havnar at arbeiða, Randi sum arbeiðsgenta hjá Miu Trónd tannteknikara, og eg sum klinikkgenta hjá Magnus Jensen. Tað sum gjørdi at vit báðar komu at kennast , var at vit meldaðu okkum til at rógva kapp við havnarbátinum “Sílinum”. Vit komu at sita á sama bekki og var øll manningin ungar og sterkar kvinnur. Vit róðu kapp í 2 ár. Fyrsta kappróðrarárið eydnaðist tað okkum at blíva nummar 2, men seinra ári blivu vit Føroyameistari. Minnist enn hvussu stoltar og glaðar vit vóru um hendan sigur.
Síðani fóru vit báðar til Danmarkar, Randi fór á Diakonissestiftelsen, har hon hevði ætlan um at blíva sjúkrarøktarfrøðingur og eg fór á hondarbeiðaraskúlan í Haslev. Vit sóust av og á, vóru altíð so fegnar tá vit møttust. Men so fór Randi heimaftur, tað vóru ymiskar hóttanir um kríggj, og tey heima ynsktu tað so. Eg kom heimaftur nakað seinri.
So gingu árini. Báðar giftust og vit fingu hvør síni 3 børn, sum eru næstan á sama aldri. Sum fráleið endaðu vit báðar aftur her suðuri í Havn, Randi í Torfinsgøtu og eg á Argjum. Tá sóust vit rættuliga ofta, vóru í føðingardag hjá hvørjum øðrum , umframt tá okkara børn høvdu føðingardag.
Vit høvdu nógv í felag, báðar høvdu sjómenn sum sigldu úti so vit høvdu so nógv at práta um tá vit hittust ella tosaðu í telefon. Sum børnini vuksu til fóru vit útaftur at arbeiða, og seinastu árini arbeiddu vit í nógv ár á stovni, Randi á Frítíðarheiminum í Skrivaragøtu og eg á Blákrossheiminum.
Fyri 12 árum síðani var sjavsbólkurin stovnaður. Tað fyrst tíðina hildu vit til á Blákrosscaféini og nú eru vit í Posthúskjallarinum. Eg haldi meg kunna siga at tað frøddi okkum báðar at verða saman við so nógvum fittum og fryntligum fólki, har ágóðin fer til vælgerandi arbeiði. Vit hava ábyrgdina annaðhvørt týskvøld og møtti Randi fyrst hvørt kvøld og riggaði til. Tað verður undarligt at koma heim aftur har nú Randi ikki verður meir.
Randi var álítandi og ikki eitt øvugt orð hevur verið okkara millum. Hon var so umhugsin um øll míni, og tí rakk okkara vinalag til tey eisini. Eg havi bara rík og góð minnir.
Vinalag ið vardi yvir 60 ár. Eg og míni koma at sakna teg, men tað er lítið í mun til tykkum avvarðandi sum eftir sita. Leivur hevur mist sína góð konu, Jónleyg, Andrea og Lena og tykkara makar hava mist eina góða mammu og vermammu og ommubørnini, sum hon elskaði yvir alt, hava mist eina góða ommu.
Ein uggi er at tit bert hava góð minnir og tað er ein góður førningur at fara víðari við. Má Harrin styrkja tykkum øll í tíðini sum liggur fyri framman. Góða Randi , takk fyri títt ttrúðfestið og hvíl í friði.
Kærastu heilsur frá okkum øllum
----------
Sólborg