Minningarorð

Týsnátt 10. februar, stutt eftir midnátt, andaðist Theodor Jacobsen, lærari í Fuglafirði, eftir lutfalsliga stutta sjúkralegu, hóast týðiliga sást, hvønn veg tað bar.

Theodor var føddur 26. november ?39 og hevði júst nátt tey 58, nú fjørðurin var rógvin.

Theodor var sonur Hilmu og Meinhardt á Gulldrangi, og tað var júst við pápanum, at Theodor sum tilkomin royndi seg á sjónum. Hóast hann seinni valdi sær lærarayrkið sum lívsstarv, hevði sjógvur og fiskiskapur alla tíðina hansara stóra áhuga.

Theodor var lærari við Fuglafjarðar skúla frá 1. august í ?64 til nú á heysti í ?97, tá herviliga sjúkan noyddi hann frá ? tó starvaðist hann í fimm ár við Oyndarfjarðar skúla, og í tvey ár royndi hann seg aftur sum sjómann.

Theodor hevði mangt álitisstarvið. Seinastu árini var hann deknur við Fuglafjarðar kirkju. Í útvarpinum hoyrdi tú hann mangan eisini m.a. í sambandi við kappróður, har hann ofta var startdómari. Eisini í øðrum útvarpssendingum var hann at hoyra, og her legði tú til merkis, hvussu gott skil hann hevði á staðanøvnum, og hvussu væl hann annars kendi land okkara.

Theodor hevði eisini sítt at stríðast við. Við hjálp av góðari viðgerð vann hann á sínum trupulleikum, og tosaði seinni opið um hesi viðurskifti til hjálpar og vegleiðingar fyri onnur, sum vóru í líknandi støðu. Mangan varð eisini heitt á hann um at vera til hjálpar, og vísti hann eisini her síni frálíku menniskjansligu evni.

Saknurin er størstur hjá konu og og børnum og teirra, men eisini vinfólk, starvsfelagar og skúlanæmingar kenna tómleikan eftir henda mann, hvørs stóra styrki var at duga at siga frá soleiðis, at bæði stór og smá lýddu á.

Theodor, sum hevði so stóran alsk til náttúruna og alt, sum hon gevur, hevði vónað, at hann enn einaferð fór at sleppa at síggja várið og vakra land okkara í summarsins besta blóma. Tann vónin brast, men hann hevði sett sítt álit á Harran, og tað var við góðum treysti, hann legði frá sær.

Vit lýsa frið yvir minnið um Theodor, læraran.


Starvsfelagar