Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður, byrjaði tingfundin í dag við at hava minningarorð yvir Jákup Joensen, fyrrverandi løgtingsmann, sum andaðist 8. januar.
Jákup Joensen sat fýra ár á tingi fyri Sambandsflokkin.
Minningarorðini endaðu við, at tingfólk reistust og mintust fyrrverandi ting- og vinnulívsmannin.