Minningarorð um Eydnu Olsen

f. 19. apríl 1953 ? d. 17. desember 1997

Tungt er at byrja at arbeiða eftir sjólafrí við vissuni um, at Eydna ikki longur er okkara millum. Hesa somu tíð fyri einum ári síðani síggi eg í starvsbók míni ymiskar fundir við framtíðarætlanum fyri tey blindu og sjónveiku, har Eydna luttekur virkir. Óskiljandi at so skjótt skuldi ganga. Harrin hevði aðrar ætlanir við Eydnu.

Eydna var sjónveik frá barni av, men dugdi serstakliga væl at liva við sínum breki. Eydna var eitt virkið menniskja, dugdi væl at leggja til rættis, fekk tað frá hondini, hon hevði ætlað og hon helt á, til hon hevði rokkið málið. Hon var avgjørd og visti tú tí altíð, hvar tú hevði hana. Eydna sat í nevndini fyri Føroya Blindafelag og var eitt tíðarskeið eisini formaður fyri felagið. Eisini umboðaði hon tey blindu í stýrinum fyri Føroya Blindastovn. Hennara góðu eginleikar gjørdu, at hon var góð at samvinna við.

Síðan gongd kom á vevistovuna á Føroya Blindastovni, hevur Eydna myndað hana sum vevari ? altíð stundisliga og vælgjørd. Hesi seinastu árini hevur stórur eftirspurningur verið til klæði til skjúrtið til okkara tjóðbúna. Henda framleiðsla gjørdist hjartamál hjá Eydnu. Við sínum kunnleika til vevin var hon álitið hjá øðrum vevarum og eisini okkum starvsfólkum. Altíð til reiðar at veita eina hjálpandi hond.

Tað er tómligt, nú vevurin stendur tómur. Klæðið, sum stendur í hálvagekki, vitnar um mannaverk, sum ikki á hvørjum sinni fær vovið sína lagnu, sum ætlað. Hóast Eydna royndi at berjast móti herviligu sjúkuni, bar ikki til at vinna á. Tykkum, sum mistu, sýna vit okkara djúpu samkenslu. Serliga tær Jákup, foreldrum og systrum. Tykkara tætta samband átti hon stóran tryggleika í.

Saknurin og minnið um Eydnu bera vit í glæmuni av tí, sum vovið varð í vinarlagi og trúfesti.

Vit á Blindastovninum lýsa frið yvir minnið um okkara kæru Eydnu.

Karin Kass