Minningarorð um Jenny Kragesteen (1927-2013)

Góða Omma

Nú er eitt ár liðið, síðan tú andaði seinastu ferð. Hóast eg visti, at tú skuldi doyggja, so dugdi eg so illa at siga tær farvæl. Ein skansi vart tú, sum eg altíð kundi líta á. Saknurin í tær er stórur.

Tú livir nú í minninum. Eg minnist enn tína rødd. Eg minnist enn angan av tínum klæðum. Eg minnist enn títt gongulag. Eg minnist tínar hendur, sum smurdu varrastift á varrarnar, sum stákaðust í køkinum, sum reinsaðu plettar úr klæðunum, sum settu plástur á sárið og kíndu mær, tá ið eg hevði ilt. Eg minnist enn vælveruna av at balla meg undir puffutar dýnur við stroknum seingjaklæðum. Eg minnist óteljandi nógvar góða løtur saman við tær, Omma. Óteljandi nógv klemm. Óteljandi nógvar biltúrar. Óteljandi nógvar útferðir. Óteljandi nógv sólbað á altanuni. Óteljandi nógvar temunnar við breyði og skerpikjøti. Óteljandi nógvar smákøkur. Óteljandi nógv bomm. Eg mungi enn eftir tínum sunnudagsdøgverðum við ommusa sós. Eg mungi enn eftir heimagjørdum kakao og mikroovnshitaðum ommubollum. Tú hevði altíð tíð. Tú vart altíð til reiðar við eini hjálpandi hond. Saknurin í tær er stórur, Omma. Eg goymi teg í minninum.

Ommubarn