25.11.1966-24.03.2015
Góða Anna, í gjár bórust tungu boðini um, at tú ikki longur ert ímillum okkum. Nú orkaði tú ikki meira at berjast ímóti herviligu sjúkuni, sum í langa tíð hevur plágað teg.
Góða Anna, vit fara at sakna teg. Tú vart nærløgd í øllum tí, sum tú fekst við. Tað verið seg líkamikið, um tú skuldi gera eitt kritiskt innslag, skriva eitt portrett, baka eina kaku, binda eitt nýtt plagg, undivísa... Tú gjørdi onki hálvt.
Góða Anna, tú elskaði journalistikkin. Tað var tað, sum tú hevði valt og ongin ivi var um, at tú valdi rætt. Skørp og gløgg. Bersøgin og nærløgd. Hjá tær vóru ongir leysir endar. Tú gekst høgt uppí tey journalistisku virðini.
Millum annað kom tað til sjóndar í eini av av teimum mongu sendingunum, sum tú stóð fyri, Pressan. Kritisk viðgerð av fjølmiðlunum. Tú vart ikki bangin fyri at berjast fyri tí, sum tú visti var rætt. Sjálvt um tað ikki altíð var væl umtókt.
Hendan eginleikan sóu vit aftur eisini í okkara felag, Føroysk Miðlafólk, har tú vart forkvinna í nógv ár. Fakfelagskempa.Tú fanst teg ikki í nøkrum, vart bersøgin og tú segði frá. Ikki bara fyri at gera tað, men sum altíð væl fyrireikað, væl undirbygt og væl skikkað.
Góða Anna, tú elskaði at undirvísa. Tað gjørdi tú heilt frá ungum árum, men legði tað á hillina aftur í eina tíð. Men seinastu tíðina hevði tú veruliga endurfunnið hesa dygdina aftur, og fekst tú samantvinnað alskin til journalistikk og undirvísing á Setrinum, har tú undirvísti í miðlavísind. Tú hevur ríkað nógv lesandi, bæði á miðnámi og á Setrinum, við tínum hegni fyri undirvísing.
Góða Anna, tú vart ein lívsnjótari. Tú elskaði lívið og alt tað, tað hevði at bjóða. Alt frá teimum smáu tingunum, sum ein góðan kaffimunn til tær heilt stóru gourmet-máltíðirnar. Alskin til bókmentir og mentan hevði tú við tær í øllum, tú fekst við.
Góða Anna, tú elskaði familjuna og vinirnar. Tað vistu vit øll. Willa, foreldur, systkin, bróðurbørnini, sum tú so mangan prátaði um og vart so errin av. Og nú seinastu tíðina eisini fittu diddurnar, Lanu og Silju, sum tú vart abbasystir til. Tú vart so góð við tey øll og altíð klár at taka eina hond í, tá á stóð.
Góða Anna, við tær hava vit, alt ov tíðliga, mist eitt vitugt og ómetaliga gløgt menniskja. Eitt skarpt journalistiskt vit. Ein starvsfelaga og eina vinkonu. Eina trúfasta, stuttliga, erliga, lívsglaða vinkonu.
Góða Anna, takk fyri alt.
Hvíl í friði.