Dátt kom tað okkum við, tá vit pálmasunnudag fingu boðini um, at Ruth knappliga var deyð. Fáar dagar frammanundan var ætlanin at hon skuldi vitja aftur á sínum gamla arbeiðsplássið, Ráðgevingini fyri føroyingar í Danmark, har hon hevði sítt lívsstarv. Krím kom tó upp í leikin, og avrátt varð, at vit bara kundu hittast aftur einaferð aftaná páskir. Ikki óraði okkum, at hetta ikki skuldi fara at bera til.
Ruth var úr Havn og altíð havnafólk, hóast hon búði meginpartin av lívinum í Keypmannahavn. Her hevði hon sítt lív og sítt virki, sum í meira enn 30 ár snúði seg um at veita føroyingum í Danmark ráð og vegleiðing um lívsins viðurskifti.
Ruth varð útbúgvin sosialráðgevi í 1982 og byrjaði beinanvegin at arbeiða sum sjálvboðin í Ráðgevingini í Keypmannahavn, sum farið var undir um tað mundi. Ruth var sostatt við til at stovna og uppbyggja sjálvsognarstovnin Ráðgevingin fyri føroyingar í Danmark. Hon var umboð í nevndini í nógv ár. Fyrst fyri tey, sum sjálvboðin arbeiddu fyrstu árini og síðani umboð fyri starvsfólkini frá 1987, tá hon bleiv sett í fast starv í Ráðgevingini. Har starvaðist Ruth líka til hon fór á pensjón 1. november 2013. Soleiðis gjørdist hennara brennandi áhugi fyri at veita hjálp og linna eisini hennara lívsstarv, sum so mangur føroyingur, frá hægstu til lægstu rók, hevur notið gott av.
Hennara hugur og hjarta arbeiddu altíð fyri at hjálpa teimum veikastu í samfelagnum, og hon arbeiddi og stríddist altíð móti órættvísi. Ruth var ein mannakennari burtur av, og dugdi so væl at síggja tað ósjónliga og hoyra tað ósagda, - og soleiðis evnini til finna inn til kjarnina í trupulleikunum. Hon var ikki bangin fyri teimum truplu samrøðunum og tordi at verða til staðar. Ikki minst hevði hon eina sterka intuitión fyri hvat ið rørdi seg, bæði í arbeiði, í føroyska útisetalívinum og í samfelagnum sum heild.
Ruth dugdi so væl at seta viðkomandi spurninar til arbeiðið í Ráðgevingini, so tað gjørdist lættari og hugaligari at taka av nýggjum avbjóðingum og arbeiðsuppgávum. Hon var ein góður liðleikariog loyalur samstarvsfelagi.
Lívsins fjørður er rógvin og fekk ein so ófatuliga brádligan enda. Hóast teinurin eisini innihelt andróður og brotasjógvar, so formáddi Ruth altíð at halda á kósina og halda fast um síni grundleggjandi lívsvirði, sum hon fegin lat víðari til onnur.
Okkara tankar leita til Lærke og Niels og familju hennara.
Ærað veri minni hennara.
-----
Bogi Dánjalson Davidsen, Marianna Andreassen, Randi Johannesen, Ráðgevingin fyri føroyingar í Danmark og Tormóður Stórá fyrverandi nevndarlimur.