Enn ein lívsneistur er slóknaður. Okkara elskaði Vilmund er tíverri farin. Vilmund var tann persónurin í familjuni, sum altíð fekk okkum onnur, at flenna og gleðast. Vilmund er tíverri ikki ímillum okkum longur. Men vit síggjast aftur ein dag góði Vilmund.
Týsdagin hin 13. mai 2014 komu tey tungu boðini, at Vilmund Sigfred Ryggshamar andaðist 81 ára gamal
Vilmund var mammubeiggi mín og hann var borin í heim hin 23.juli 1932 í Vági og var næstelstur av 6 systkin.
Vilmund var sonur Jens og Alvildu Ryggshamar úr Vági. Vilmund og Disan fingu einkarsonin Tummas, sum, eins pápin, hevði útbúgving sum skipari. Sonurin Tummas eigur 3 børn saman við Heidi Thomsen, sum er ættað úr Sumba, og tann eini sonurin hjá teimun er uppkallaður eftir Vilmund abbanum, og hann ber navnið Mattias Vilmund. Hetta var mammubeiggi sera stoltur av, ikki tí, hann var líka stoltur av øllum hinum abbabørnunum. Tummas, Heidi, abba og ommubørnini hava ríka lívið hjá Vilmund líka inntil nú hann róði seinasta sjógvin. Vilmund mammubeiggin, var uppvaksin í Vági, og hevur fyri tað mesta búð í Vági, og hansara barnaheim var av fyrstani tíð Vesturið við Vatnið í Vági. Disan og Vilmund keyptu hús í fimmtiárinum, úti á Marknoyri í Vági, frá ommubeiggjanum mínum Niclas Hovgård. Vilmund, fór til skips bert 14 ára gamal við sluppuni “Johannu”, og pápi hansara, Jens abbin, var kokkur henda fyrsta túrin. Vilmund fór síðani við “Beinisvørð” har hann var í eini 3 ár, til hann í 1954 fór á skiparaskúla. Fyrsta skipið, hann førdi var “Karl”. Hann var eisini við einum norskum trolara sum Niclas Hovgård, mammubeiggi hansara førdi. Vilmund var seinni skipari við “City of Norwich”, “Saksaberg”, og við “Sjófarinum”, sum beiggi hansara Jógvan átti. Fyrst í sjeyti árinum, fekk Vilmund starv sum vrakieftirlitismaður í Vági, og var hann í hesum starvi til byrjani í 90-unum. Vilmund hevur altíð havt stóran áhuga til fiskivinnu og sjóðlívinum. Nevnast kann, at hann fyri fáum árum síðani, varð fastur fúsur til útróður saman við Arna bróðursonunum. Hann var eisini, um hetta tíðarskeiðið til útróðurs saman við beiggja sínum Jógvani. Vilmund kendi, dugdi, alt til sjólívið og hetta var eisini hansara yrkisleið til hansara doyggjandi dag nú í mai 2014. Vilmund var kendur fyri at vera ein sera arbeiðssamur og hann hevði sjálvdsamar skemtingargávur. Skemtisøgur hansara, sita so rimmar fastar í mínun minni. Jú, tað er kanska ikki so løgið, eitt nú, var Karl á Marknoyri hansara granni á sinni, Karl var tiltikin skemtingarsamur og klókur maður. Eg upplivdi eisini, at ferðast saman við Vilmund og Disuni í 1991, tá vóru vit í Scotlandi í Petenween og familjuna hjá mær. Tað var ein góður túrur, hóast Vilmund altíð var í bilinum hjá sær og lurtaði eftir KVF. Tey útvarpstíðindu, sum hevði hansara stóra áhuga, vóru sjálvsagt tíðindir um fiskiskap og veðurtíðindi. Eg vil eisini takka tær góði Vilmundi, at tú tímdi, at hoyra upp á meg um streym, streymkort, veðurkort, og ” lav og-højtryks passage over Færøerne” og fiskuvinnu generelt, hetta hendi, tá ið eg var yngri og gekk á HF í Vági. Men tú dugdi alt tað til fulnar. Eisini vil eg takka tær fyri, at tú altíð hevur havt áhuga fyri, hvussu mín lívsleið hevur gingið og eg vil takka tær fyri stuðil, óansæð hvat og hvussu leikur fór. Vilmund elskaði, tú vart so lívsglaður, fittur og ein arbeiðssamur persónur. Men tíverri, tey seinastu árini, fór heilsan hjá tær at versnað. Harrin tók teg til sín og mín vón er, at vit møtast aftur ein dag, góði elskaði mammubeiggi mín. Vilmund og Disan búðu í Lamba tey seinastu árini í barnaheiminum hjá Disuni. Líka inntil nú, tá ið Vilmund doyði, týsdagin hin 13 mai 2014. Eg minnist eisini aftur á mínar barnadagar, tá ið vit komu inn á gólvið hjá tykkum á Marknoyri. Vit vóru so nógv systkin, og tað kom fleiri ferðir fyri, at onkur av okkum ikki vildi heim aftur við mammu og pápa okkara, tí tað var so gott og hugnaligt, at koma inn í tykkara heim á Marknoyri í Vági á sinni. Eisini vóru sera góðar dagar í Lamba og á Nesi, tá ið eg var har norðuri og vitjaði familjuna hjá Disuni, hetta hendi um ólavsøkutíð í 1980. Vilmund hevði nógvar gávur, og var eisini ein vitandi maður. Eitt nú dugdi hann sera væl at syngja og kvøða Tað vekir nógv minnir hjá mær, at hoyra Vilmund, beiggjar hansara og Jens abban kvøða, serliga tá ið ein vaks til. Vilmund var eisini partur av sangkórinum Ljómi í Vági eitt skifti. Seinastu ferð eg hitti Vilmund, var her í Vági á Hamragarði, hetta var fyri 2 árum síðani, tá ið hann var til umlættingar her í heimbygdini. Ogur síggjast aftur. Gud signi tykkum øll sum eftir sita, Disan, Tummas, Heidi og børnini.
Eg vil enda minni um mín elskaða mammubeigga Vilmund Ryggshamar við hesari yrking: “Tíðin er bert tíð Vit eru til Eitt tíðarbil Við eitt smekk Eru vit øll vekk Tú ert nú slóknaður Tú verður altíð saknaður Ei kann eg gloyma teg Alllatíð vil eg sakna teg Vit síggjast aftur ein dag Tá verður alt við sama lag”
Vágur hin 12.09.2014 Systursonur tín |