Meinar løgmaður enn tað sama um samkynd foreldur, sum hann meinti í februar. Tað vil Ingilín Didriksen Strøm, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin, hava at vita. Tí hevur hon nú sett løgmanni nakrar spurningar um hetta evni.
Hon vísir á, at í februar í ár varð eitt uppskot um at broyta barsilsskipanini, felt. Uppskotið snúði seg um at geva samkyndum foreldrum sama rætt sum øðrum foreldrum.
Ingelín Didriksen Strøm vísir á, at tá segði Bárður á Steig, at øll hava javnrætt ímillum allar borgarar og børn í Føroyum. Men tað átti ikki at verða gjørt í barsilsskipanini, men í lógini um foreldramyndugleika.
Nú fer Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í familjumálum, at leggja eitt nýtt uppskot um foreldramyndugleika fyri Løgtingið. Men tingkvinnan fyri Javnaðarflokkin sigur, at tað er greitt, at eftir henni fara samkynd foreldur heldur ikki at fáa somu rættindi sum onnur foreldur.
– Bárður á Steig Nielsen vísti somuleiðis á í septembur í fjør, at børn skulu ikki revsast fyri, hvussu foreldur teirra at skipa síni viðurskifti, sigur Ingilín Didriksen Strøm
– Enn síggja vit ikki nakrar lógarbroytingar, ið loysa teir trupulleikar, sum samkynd hava á familjurættarliga økinum, sigur hon, og tí vil hn hava løgmann at greiða frá málinum.
Í hesum sambandi skal løgmaður greiða frá, hvussu, og nær, hann ætlar at tryggja børnum hjá samkyndum javnrætt, og um hann framvegis hevur somu meining sum hann hevði í februar, tá ið hann helt, at allir borgarar, og børn, skulu hava javnrætt.