Minnir um EM-sigurin í 1992

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Sigurin á Grikkalandi fær landsliðsvenjaran at hugsa um danska EM-bragdið í 1992

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi á Rás2 við Lars Olsen, landsliðsvenjara niðri á Vaglinum í samband við heiðursløtuna fyri føroyska landsliðnum, aftaná báðar sigrarnar á Grikkalandi.

 

Lars Olsen heldur, at rómurin minnir ikki sørt um glaðu EM-dagarnar hjá honum og donsku landsliðsspælarunum, tá Danmark við honum, sum liðskipara vann EM-endaspælið, sum var í Svøríki í 1992. Tó um enn talan er um ein eitt sindur minni mátistokk. 

 

Lars valdi bevíst at trekkja seg eitt sindur aftur í gjárakvøldið, fyri at lata spælararnar sóla sær í stóra sigrinum. Lars er sera fegin um rammurnar, og ikki minst uppbakningin hansara menn fingu á Tórsvølli ígjár.