Soleiðis segði tú so mangan við meg, meðan tú livdi. Tað vísti seg, at tá eg var sterk, var tú veik, og tá eg var veik, var tú sterk. Soleiðis fóru vit báðar saman ígjøgnum lívið. Tú kom inn í mítt lív sum ein sólstrála, tú lýsti upp, so sorgarmyrkri ikki hevði valdið meir. Tú grøddi sorgarsárini, ið eg hevði í mínum hjarta.
Frá tí tú var lítil, hevði tú eina slíka umsorgan fyri øllum, fyri tínum foreldrum, ommum og abbum og tínum systkjum, ja, tað var ikki av ongum, at tey kallaðu teg lítla mamma, og soleiðis var tú, góða Heidi, ja, tað síðstu náttina úti á sjúkrahúsinum, tá tú var móð og sjúk, ja, so kundi tú hugsa um onnur. Mamma, er tú ræðuliga móð, kom og legg høvdið niður her á songina hjá mær, kanska tú sovnar eina løtu. Er tú køld mamma, lat teg í mína troyggju, Og, mín góða Heidi, umsorgan fyri tínum fylgdi tær frá tí tú var lítil, tíl tína síðstu stund.
Tá vit mistu teg, mistu vit so nógv, tað kann ikki sigast við orðum, tú var tann berandi kraftin hjá okkum. Seinastu jól høvdu vit tilrættislagt alt so væl og tú fyrireikaði alt. O, sum tú skundaði tær at blíva liðug til jólar, ja, tá tú mátti fara frá okkum tann 10. des. ja, so var tú atlíkavæl liðug at pakka tær flestu jólagávurnar, tað var sárt at fáa jólapakkarnar í hendurnar jólaaftan, men atlíkavæl valdu vit at gleðast.
Tá eg nú í ár síggi jólastákið, ja, so leita tankarnir aftur til tíðina seinasta ár, tá vit gingu so glaðar og keyptu jólagávur og gleddust yvir alt tað vakra, meðan eisini nøkur tár kundu renna, tá eitt jólalag vakti nøkur minnir og rørdi við onkran særdan hjartastrong, tár, ið kvikliga blivu turkaði burtur, vit vistu jú, at tað kundi ikki verða øðrvísi.
Og tey vælsignaðu minnir, men sum í dag grípa hjarta við einari slíkari megi, at tað kennist sum um hjarta verður kroyst, ja, sum hvør blóðdropi verður drivin úr tí, og tað ikki orkar at sláa meir, fyri hvørt eitt slag tað ger, er tað sum tað skríggjar: Hví? hví? hví? ? Ja, hví. Einki svar, tøgn, men eitt veit eg, ikki hevði eg vilja verið tað ríkidømi fyri uttan at hava átt teg Heidi, tí vil eg tolin bera sorgina. Lívið verður ongantíð tað sama aftur, tað veit eg, men vit minnast teg í kærleika, tú livir í okkara tonkum og vit elska teg, kærleikin doyr aldrin. ? Men hví mátti tú fara frá okkum, tað skilja vit ikki, so ung, so full av lívi, frá tínum elskaði døtrum, nei vit standa bara spyrjandi, hjálparleys. Vit hava mist so nógv við tær Heidi, tú var tann, ið helt saman um okkum, hvønn dag ringdi tú og vildi vita, hvussu vit høvdu tað. Vóru trupulleikar, gjørdi tú alt fyri at loysa teir, tí eru vit sum familja nógv fátækari í dag, men lívið fer víðari og vit mugu fylgja við. Jólini eru í hondum, gleðishátíðin. Jólini verða ongantíð aftur tað sama, sum tey vóru, men tó blíva tað jól. Tey verða hildin við sorgblídni ? gleðin og sorgin møtast.
Vit sakna teg elskaða Heidi, men tú ert jú bara farin heim til Jesuspápin eitt sindur undan okkum, vit eru jú øll á veg, vit skulu jú møtast har heima ein dag, har sorgin ikki nívir, har deyðin ikki er. Hetta er vónin ið ber okkum víðari. Takk fyri alt okkara elskaða Heidi.
Mamman