Tungt og svárt er at venja seg við tankan um, at tveir av mínum lærarum ikki eru her meira. At báðir skuldu fara við einari viku millumbili. Skopun misti tveir synir, tað er so satt sum Katrina skrivar.
Jógvan Adolf var ein góður lærari, og tað var so spennandi í tímunum hjá honum, tá hann fortaldi um kvæðini og tær gomlu søgurnar. Hann dugdi so væl at gera tað spennandi og nýtti røddina til at leggja dent á tað ymiska, sum gekk fyri seg í søgunum. Altíð rósti hann okkum fyri tað vit dugdu og stuðlaði okkum í tí vit ikki vóru so sterk í.
Eg minnist, at vit einaferð høvdu fingið vitjan av lærarum frá øðrum skúlum, tá kom Jógvan Adolf inn í okkara flokk og segði so stoltur við onkran av okkum, »ja reis teg upp og fortel hesum manni, hvussu oyggjar okkara eita« tá gingu vit bara í øðrum flokki.
Jógvan Adolf var ein maður við makt í sínum orðum, tá hann segði nakað, lurtaðu øll eftir, og tá hann lovaði okkum nakað, so vistu vit, at vit ikki blivu vónsvikin.
Tað er so nógv, sum eg kundi sagt um mín góða lærara t.d. tað vøkru skriftina sum næmingar hansara hava fingið rós fyri tá teir eru farnir víðari í skúla.
Sigurd kom nógv í heimið hjá okkum, hann og pápin vóru vinir, og var Sigurd gubbi til tvíburabrøður mínar.
Tað var so hugnaligt at sita og hoyra tá pápin og hann vóru í hopla og harmonikan bleiv toga og tamba út.
Sigurd var ein friðarligur maður og ein sera góður undirvísari. Eg minnist, at hann dugdi so væl at tekna, og á jólum plagdi hann altíð at gera so fínar tekningar á talvuna í skúlanum, og so tímdi hann eisini so væl at syngja saman við okkum og siga frá stuttligum søgum.
Tá vit giftust 11. nov. var Sigurð vorðin so ússaligur, at hann ikki orkaði at koma til vígsluna, men tað vóru ráð fyri tí, so vit fóru eftir kirkjuna niðan til teirra og sótu brúðarklødd við song hansara og sungu og prátaðu, tað var ein hugnalig og ógloymandi løta.
Kæru tit, sum eftir sita, saknurin er stórur, men Harrin sum aldrin svíkur síni, er við tykkara lið og hjálpir tykkum áfram á lívsins vegi.
Ærað verið minnið um kæru lærarar mínar, Jógvan Adolf og Sigurd.
Yvonna Drangberg