Minnist tú ...

Norðurlandahúsið 1983-2008



 Ymiskar hendingar í 25 ár  Húsið letur upp 8. mai 1983. Smátjóðir í Norðanlondum ráðstevna í juni 1983. Ólavsøkuframsýningar, á Ólavsøku frá 1983-1991 (mgl. 1992). Barnadansur við Dansifelagnum í Havn og NLH 1984-200x. Jazz Festivalur frá august 1985-2002. Havnarkórið hevur havt nógvar konsertir, eisini við luttakarum úr útlandinum.  Steen Cold (DK), stjóri 1983-1984: Eitt dukkuheim sjónleikur apríl 1983 (føroyskir og íslendskir sjónleikarar). Klassiskir, norðurlendskir tónleikadagar, Føroyakórið og Føroya Symfoniorkestur juni 1984.  Karin Flodstrøm (S), stjóri 1985-1989: Antigone november (serlig palluppseting) 1989.  Cullberg-ballettin desember 1986. NMPU Kongress: Johannes passiónin. Bach 1987.  Jan Kløvstad (N), stjóri 1989-1994:  Glataðu spælimenninir 8. mai 1993. Bispavígsla 24. november 1990. Kvøldseta í samband við bispavígsluna. Summartónar. Fyrstu ferð í juni 1992. Fimm føroyingar, myndlist ferðandi framsýning letur upp í Reykjavík 6. mars 1993. Postverk Føroya, frímerki við norðurlendskum fløggum og NLH 8. februar 1993. Føroyakvøld (matur og mentan Fiskasølan og NLH 1990-1997).  Peter Turtschaninoff (F), stjóri 1994-1999:  Skeyk 19. apríl 1997. Nýggjárskonsertin frá januar 1995-2008. Sámisk vika 21.-19. september 1996. Oliver Twist 27. september 1997. Oceanic  Days (Sunleif Rasmussen) fyrsta føroyska symfoniin 31. mars 2000. Jesus og Makedonarin 12. juni 2000 (triðja framførsla í sambandi við 1000-ára hald). Atlantsljómur “Verdis Requim”  juli 1998. Talv Garry Kasparov 8.-12. juni 2001. Prix Føroyar fyrstu ferð apríl 1995 síðani annað hvørt ár. Úthavsdagar (ráðstevna um W. Heinesen & Jørgen Fr. Jacobsen) 25.-17. mai 2000.  Helga Hjørvar (I), stjóri 1999-2005:  Fyrsta Listastevna Føroya verður sett 8. august 2001 fram til 2005. Ung í Føroyum fyrstu ferð 9. februar 2001, aðruferð 31. januar 2003 og aftur 2005. Veiðimentan í útnorðri 15. juni 2002 (var send víðari). Klipp: Filmsfelag Norðurlandahúsins 2003-2005. Talv: Norðurlendsk barnatalvkapping 15. februar 2003. Ráðstevna:  “Konference om Kulturpolitik” 14.-15. juni 2003. Sangleikurin: “Jósef og ótrúliga litfagra dreymakotið  9.-14. mars 2004. KT-messa (FO) Fyriskipari er Virkisráðgeving 22.-23. apríl 2004. Framsýning: “Norðurlendskur Arkitekturur” frá 3.-25. september 2004. H. C. Andersen – 200 ár  23. januar 2005. H. C. Andersen Parada, ungdómsbólkur úr Odense framførdi sjónleik úr ævintýrinum hjá H. C. Andersen 5. februar 2005. NorFa “National Konferens”. Ráðstevna um norðurlendska harðskapsgransking 5. september 2005. Sangleikurin: “Ronja Ránsmansdóttir” 5.-27.november 2005. World Story Telling Day. UNESCO’sa altjóða frásøgudagur. Frásøga um Galathea 20. mars 2006. Norðurlendsk framsýning av blaðtekningum. Luttakarar úr norðurlondum 22. apríl - 22. mai 2006. Filmurin: “Da Vinci Code” 5.-9. juni 2006. Ung i Norden 2006 28.juni – 2. juli 2006 Ungdómsmentanarstevna. Opera: “Í Óðamans Garði-opera (Sunleif  Rasmussen) 12.-15. oktober 2006. “Fame” sangleikur frá 17. november – 2. desember 2006. DR-jólakonsert 17. desember 2006.  Niels Halm (DK), stjóri 2005- : Listaleypurin. Kulturkontakt Nord. “Jørð” nýskrivað kantata. Verður frumframførd 9. mai 2008. Rói Patursson og Kári Bæk hava skrivað. Aldubáran og kórið Tarira framføra kantatuna.