Hagtølini vísa, at í minst trimum av fýra dømum um kynsligan ágang móti børnum er talan um fólk, sum børnini kenna og hava álit á.
Og kynsligur ágangur móti børnum hendir munandi oftari enn vit geva okkum far um. Sambært Gvøðbjørg West, forkvinnu í KRIS, verður 10. hvørt barn í Føroyum útsett fyri kynsligum ágangi. Men, sum hon tekur til: Tað er bara toppurin av ísfjallinum!
- Og slíkt hendir ikki bara í disfunktionellum familjum. Hetta hendir so væl í vertsligum sum andaligum familjum, sigur Gvøðbjørt West, sum helst man vera fremsti autoritetur innan barnamisbrúk í Føroyum.
Hon sigur, at tey í KRIS hava ynski um at upplýsa øllum viðkomandi stovnum um vandan við misbrúki av børnum, men tað er alneyðugt, at politikarar viðurkenna hendan vandan og seta pening av til at hjálpa misbrúktu børnunum.
- Vit hava ynski um at vitja skúlar og barnagarðar og ítróttarfeløg fyri att upplýsa um vandan av misbrúki, men tað krevur at vit fáa neyðuga peningin, sigur Gvøðbjørg West.
Og at tørvurin er til staðar prógva mongu uppringingarnar, sum felagsskapurin fær.
- Í november í fjør, tá vit høvdu fund við politikararnar, fingu vit 187 uppringingar, sms og mailar. og bara í gjár vóru tað fimm fólk sum ringdu til okkum. So tørvurin er eyðsýndur, sigur Gvøðbjørg West.
Men hon sigur eisini, at KRIS í dag er á einum vegamóti.
- Spurningurin er, um vit halda fram, ella vit pakka saman, sigur forkvinnan í KRIS.
Alt arbeiði í felagsskapinum er sjálvboðið, og higartil hava tey stovnað tríggjar serbólkar. Ætlanin er somuleiðis at skipa fyri einum kvøldi um mánaðin fyri avvarðandi at misbrúktum.
- Tess meiri vit varpa ljós á spurningin, tess fleiri fólk venda sær til okkum, sigur Gvøðbjørg West.
Hon sigur somuleiðis, at felagsskapurin hevur neyðuga førleikan at hjálpa fólki við bæði sálarfrøðingum og familjuráðgevarum. So nú vantar bert, at politikarar virðismeta arbeiðið, KRIS ger, og letur teimum neyðugu játtanina at veruliga hjálpa, har tað ræður mest um.
Gvøðbjørg West er forkvinna og okkara fremsti autoritetur innan barnamisbrúk