Minst 70 palestinar dripnir í ísraelskum álopum í Gaza

Millum tey deyðu eru í minsta lagi 28, sum royndu at fáa neyðhjálp, siga heilsumyndugleikarnir í Gaza.

Palestinar stóðu í bíðirøð fyri at fáa neyðhjálp í Gazabýnum leygardagin. Sambært heilsumyndugleikunum í Gaza doyðu í minsta lagi 28 palestinar leygardagin, meðan teir stóðu í bíðirøð eftir neyðhjálp. - Mynd: Jehad Alshrafi/Ritzau Scanpix

Í minsta lagi 70 palestinar eru dripnir í ísraelskum álopum í Gaza í gjár.

Tað upplýsa heilsumyndugleikarnir í økinum, sum Hamas hevur eftirlit við, sambært ísraelski miðlinum Haaretz.

28 av teimum lótu lív, meðan tey royndu at fáa neyðhjálp.

208 palestinar afturat eru meldaðir særdir í álopinum, siga heilsumyndugleikarnir í Gaza.

Talið av deyðum er ikki váttað av óheftum keldum.

Sambært sjúkrahúsunum í Gaza er talið av deyðum enn hægri. Tey siga, at 129 fólk doyðu í ísraelskum álopum leygardagin - 33 av teimum meðan tey bíðaðu í bíðirøð eftir neyðhjálp.

Ísraelski herurin sigur, at hann hevur latið ávaringarskot av fólki, sum vóru á veg til ein hjálparmiðstøð í Rafah har suðuri í Gaza, skrivar tíðindastovan AP.

Herurin sigur seg ikki vita um nakran skaða undir útbýtinum.

Umstríddi felagsskapurin Gaza Humanitarian Foundations (GHF), sum er stuðlaður av USA, og sum hevur ábyrgdina av at býta hjálpina út, sigur, at ongar vandamiklar hendingar hava verið á hjálparmiðstøðunum leygardagin.

Síðani GHF fekk til uppgávu at býta hjálp í Gaza seinast í mai, hava fleiri fráboðanir verið um, at ísraelskir hermenn hava latið skot av ímóti palestinskum sivilfólki, meðan tey býttu hjálp.

Felagsskapir í etableraðu hjálparskipanini - harímillum ST - hava funnist at GHF, millum annað tí teir halda, at felagsskapurin ikki er ein neutralur partur í krígnum í Gaza, og at hann ikki tryggjar trygdina hjá sivilum.

Sambært sjúkrahúsunum í Gaza fóru ísraelsku álopini leygardagin eisini fram í flóttafólkaleguni Shanti, sum liggur í norðara parti av Gaza, og í býnum Deir al-Balah, sum liggur í miðpartinum av Gaza.

 

/Ritzau/

 

 

 

Palestinar stóðu í bíðirøð fyri at fáa neyðhjálp í Gazabýnum leygardagin. Sambært heilsumyndugleikunum í Gaza doyðu í minsta lagi 28 palestinar leygardagin, meðan teir stóðu í bíðirøð eftir neyðhjálp. - Mynd: Jehad Alshrafi/Ritzau Scanpix