Minst fýra fólk rakt av skotum á heimskendum arbeiðsplássi

Og ein kvinna, sum er undir illgruna fyri at hava latið skotini av, er deyð

 Minst fýra fólk eru rakt av skotum, eftir at onkur fór at lata skot av inni á høvuðstøðini hjá Youtube í San Bruno sunnan fyri San Fransisco í Kalifornia í USA.

 

Tað er at kalla tað einasta, Løgreglan veit í løtuni, segði ein politiovasti á eini stuttari viðmerking beint nú.

 

Ein talsmaður fyri løgregluna sigur, at løgreglan hevur eisini funnið líkið av eini kvinnu, sum er undir illgruna fyri at hava latið skotini av. Hon er eisini deyð av skotsárum, men hon sær út til at vera deyð fyri egnari hond, sigur Løgreglan.

 

Vitni hava greitt frá, at fyrst goyrdu tey eini tvey trý skot, men síðani minst 10 skot afturat, og løgreglan sigur, at fólk flýddu yvir háls og herðar úr bygninginum.

 

Tey, sum eru rakt av skotunum á einum av kendastu arbeiðsplássum í heiminum, eru flutt á sjúkrahús, og tíðindini siga beint nú, at hjá onkrum av teimum, er støðan álvarsligt.

 

Nógv fólk flýddu úr bygninginum og støðan var kaotisk. Sóu trý fólk, sum kundu sæð út sum um at tey vóru rakt av skotum og eitt fjórða fólk, sum sá út sum hevði tikið seg av døgum við skotvápni. Váttaði at talan er um eina kvinnu.

 

Løgreglan er í løtuni í ferð við at fáa øll úr bygninginum, har 1700 fólk arbeiða og síðani verður bygningurin rannsakaður, men tað er onki, ið bendur á, at tað vóru fleiri fólk um at skjóta.

 

Skottilburðir eru ikki óvanligir í USA, men tað er óvanligt, at tað er ein kvinna, sum ger um seg og løgreglan kannar nú, hví hon var í bygninginum, og hvat orsøkin kann vera, um talan er um eitt álop á Youtube sjálvt, ella um hon var eftir ávísum fólkum. Tey vita heldur ikki um hon arbeiddi á Youtube, um hon hevði arbeitt har, ella um hon bara hevði sloppið sær inn.

 

Tað er einki ið bendur á, at talan er um yvirgang. Annars hevur Donald Trump, foreseti víst sína samkenslu við offrunum og hevur boðað frá, at hann hugsar um tey og biðjur fyri teimum. Hann lovprísar eisini løgregluni fyri at hava borið skjótt at.