Minst til at flyta klokkuna í nátt

Í nátt skal klokkan flytast ein tíma fram

Klokkan 01 í nátt skifta vit yvir í summartíð, sum merkir, at vit skulu flyta klokkuna ein tíma fram.

Summartíð kom fyri at gagnnýta dagslýsið betri. Við at flyta klokkuna ein tíma fram, er seinni ljóst um morgunin og longri ljóst um kvøldið. 

Í Føroyum varð farið yvir til summartíð í 1980 um summartíð. Síðan 1996 hava vit flutt til summartíð samstundis sum ES-londini, sum er frá seinasta sunnudegi í mars til seinasta sunnudag í oktober. Í oktober skifta vit yvir í vetrartíð aftur.

Men nú er spurningurin, hvussu leingi vit fara at hava hesa skipanina aftrat. ES ynskir nevniliga at gera enda á skipanini, sum fleiri halda vera meira møði enn føði.