Mintust OL-morðini

Týskarar mintust hósdagin 30 ára dagin fyri tilburðin,

tá palestinskir yvirgangsmenn myrdu ellivu ísraelsk ítróttarfólk, sum vóru á olympisku summarleikunum í Múnchen.
Tað vóru limir í felagsskapinum Svarta September, sum rændu ísraelsku ítróttarfólkini. Yvirgangsmenninir skutu tvey av ítróttarfólkunum og kravdu, at 200 palestinskir brotsmenn skuldu latast leysir úr ísraelskum fongslum. Eftir drúgvar samráðingar gjørdi týska løgreglan av at herja á yvirgangsmenninar. Úrslitið gjørdist eitt blóðbað. Ellivu ísraelsk ítróttarfólk, fimm yvirgangsmenn og ein týskur løgreglumaður doyðu.
Nógvir føroyingar munnu minnast tilburðin fyri 30 árum síðani, tí Útvarpið var á staðnum. Mong munnu minnast táverandi útvarpsstjóran, Niels Juel Arge, siga frá tí, sum hendi.