Mintust Screbrenica-hópdrápið

Fleiri tíggjutúsund fólk vóru í dag komin saman í bosniska býnum Srebrenica at minnast teir næstan 8.000 muslimarnar, sum vórðu myrdir har undir borgarakrígnum fyri júst 15 árum síðani og fyri at jarða 775 offur, sum nýliga vórðu eyðmerkt. Teirra millum vóru tveir 14 ára gamlir dreingir.

Tað vóru bosniaserbiskir hermenn undir leiðslu av generalinum Ratko Mladic, sum myrdu teir næstan 8.000 muslimsku menninar og dreingirnar, og hópdrápið er tað ringasta í Evropa síðani seinna heimsbardaga.

Millum teirra, sum vóru til minningarhaldið og jarðarferðina í dag, var turkiski forsætisráðharrin, Recep Tayyip Erdogan.