Miriam og Janus vekja ans uttanlands

Fotografhjúnini Miriam og Janus, ið hava verið nógv frammi í seinastuni fyri myndirnar av Agnes Drotning, hava sjósett nýggja heimasíðu.

 

Nýggja síðan gongur væl skjótari enn tann gamla og er á fleiri málum, har tann gamla einans var á føroyskum. Eisini er nýggja síðan tvinnað tætt saman við Pintrest og Facebooksíðuna hjá teimum.

 

-Tað er altavgerandi, at fólk síggja okkara myndir, soleiðis at tey fáa fáa hug at bíleggja myndatøkur frá okkum. Heimasíðan er saman við okkara facebooksíðu, mest

týðandi amboðið til júst hetta”, sigur Janus Gunnarsson sum saman við konuni Gvøðny Miriam Gunnarson, eigur fyritøkuna.

 

Miriam og Janus byrjaðu í smáum við at taka brúðarmyndir og myndir av børnum, men kunnu eftirhondini skriva foto-uppgávur fyri fremstu miðlar og fyritøkur í Føroyum á sítt CV, umframt at talið av uppgávum uttanfyri landoddarnar er vaksandi.

 

Seinastu árini hava tey arbeitt nógv við portettum og móta- og reklamumyndum. Kendasta myndarøðin er helst tann av Drotning Agnes, sum veruliga hevur vakt ans á facebook, og longu er sædd av hundraðtúsundtals fólkum higartil. Miriam og Janus hava fingið fleiri viðmerkingar frá fólki, sum ikki vistu um Føroyar áðrenn tey sóu eina mynd av Agnes, men nú hava fingið eitt ynski at koma til Føroya og uppliva tað, tey síggja á myndunum.

 

Nýggja síðan sæst á www.miriamjanus.fo