Av teimum fimm føroyingunum í bestu íslendsku fótbóltsdeildini var tað bara René Shaki Joensen sum fekk fulla úrtøku hetta leikumfarið.
René Shaki Joensen var við frá byrjan, tá hann og liðfelagarnir í Grindavík á heimavølli vunnu ein tryggan 3-0 sigur á Keflavík. Longu tá 24 minuttir vóru farnir av dystinum var Grindavík á odda 2-0. René Shaki Joensen legði upp til fyrsta málið hjá Grindavík, tá hann við góðari sending spældi William Daniels leysan í brotsteiginum. William Daniels tók av og meddaði bóltin í netið til 1-0. Stutt undan steðginum hevði René eina góða roynd sum málverjin hjá Keflavík bjargaði. Miðskeiðis í seinna hálvleiki fekk René eitt býtt gult kort fyri at sparka bóltin burtur.
Kaj Leo í Bartalsstovu var við frá byrjan tá hann og liðfelagarnir í ÍBV ígjár á útivølli spældu javnleik 1-1 ímóti Fjølnir. Fjølnir var á odda 1-0 í steðginum. Tá 70 minuttir vóru farnir vann tann sera eyðsýndi Kaj Leo ÍBV eitt brotsspark. Gunnar Phorvaldsson tók av og setti brotssparkið í netið. Í tíðini sum dómarin hevði lagt aftrat var Kaj Leo skiftur út.
FH vitjaði Breiðabiik í Kópavogi ígjár, og tað endaði við einum 4-1 sigri til Breiðablik. Gunnar Nielsen vardi málið, og Brandur Olsen og Jákup Thomsen byrjaðu eisini inni. Bæði Brandur og Jákup høvdu góðar royndir á málið hjá Breiðablik, ið var á odda 1-0 í steðginum. Robbie Crawford javnaði fyri FH tá 53 minuttir vóru farnir, men seinasta korterið skrædnaði hjá FH tá Breiðablik skoraði trý mál. Brandur Olsen var skiftur út tá 73 minuttir vóru farnir av dystinum, og sjey minuttir seinni var Jákup Thomsen eisini skiftur út.
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum millum Breiðablik og FH.
Ólavsøkudag tekur ÍBV ímóti KA. Mánakvøldið 30. juli spælir Grindavík á útivølli ímóti KR, og FH tekur sama kvøld ímóti Fjølnir.
Støðan í pepsideildini:
Pepsideildin: | |||||||
1 | Valur | 13 | 8 | 4 | 1 | 24:12 | 28 |
2 | Stjarnan | 13 | 7 | 4 | 2 | 29:17 | 25 |
3 | Breiðablik | 13 | 7 | 4 | 2 | 20:8 | 25 |
4 | KR | 13 | 5 | 5 | 3 | 22:15 | 20 |
5 | Grindavík | 13 | 6 | 2 | 5 | 15:14 | 20 |
6 | FH | 13 | 5 | 4 | 4 | 22:21 | 19 |
7 | KA | 13 | 5 | 3 | 5 | 21:17 | 18 |
8 | Víkingur R. | 13 | 5 | 3 | 5 | 14:20 | 18 |
9 | ÍBV | 13 | 3 | 4 | 6 | 14:16 | 13 |
10 | Fjölnir | 13 | 3 | 4 | 6 | 15:24 | 13 |
11 | Fylkir | 13 | 3 | 2 | 8 | 16:28 | 11 |
12 | Keflavík | 13 | 0 | 3 | 10 | 6:26 | 3 |