Misnýtti tvey brotsspark í 8 minuttir

Mexikanski verjuspælarin Francisco de Anda misnýtti farna vikuskiftið tvey brotsspark innanfyri átta minuttir, tá ið felagið hjá honum spældi í mexikansku landskappingini. De Anda er vanliga ein tryggur brotssparksskjútti, men hendan dagin bar einki til. Fyrst skjeyt hann bóltin á stongina, og tá hann nakrar minuttir seinni fekk ein nýggjan møguleika, sendi hann bóltin upp um málið. Úrslitið av dystinum var 1-1.
De Anda eigur tó ikki metið, tí brasilski Alex brendi í 2003 fýra brotsspark í seinastu 25 minuttunum av einum dysti fyri felagið Cruzeiro.