Missa koyrikortið í Danmark – men koyra lógliga í Føroyum

Kemur ein føroyingur soleiðis fyri, at hann missur koyrikortið í Danmark, er bara at koma aftur til Føroya, tí so kann hann framvegis koyra bil fult lógliga.

Hetta er niðurstøðan í einum dómi, sum er feldur í Føroya Rætti í dag.

Málið snúði seg um ein mann, sum var tikin fyri rúsdrekkakoyring.

Áður er hann tikin fyri rúsdrekkakoyring í Danmark, men tað telur ikki við, nú revsingin í Føroyum skal ásetast.

Missur ein føroyingur koyrikortið í Danmark, er tað bara í Danmark, hann ikki hevur loyvi at koyra bil.

Viðkomandi kann saktans koyra bil í Føroyum fyri tað.

Tað sama er galdandi fyri tey, sum missa koyrikortið fyri at koyra ov skjótt.

Løgfrøðingar siga, at tað sama er galdandi hinvegin. Tað merkir, at ein dani, sum missur koyrikortið í Føroyum, kann koyra sum hann vil eftir at hann er komin aftur til Danmarkar.

Orsøkin er, at munur er á ferðslulógunum í báðum londunum, sum ger, at domurin í øðrum landinum er ikki galdandi í hinum landinum.

Støðan er tann, at missur ein dan koyrikortið í Føroyum, hevur hann ikki skyldu til at taka koyrikortið aftur í Føroyum. Tað sama er galdandi fyri ein føroying, sum missur koyrikortið í Danmark, at ongin kann noyða hann at taka koyrikortið aftur í Danmark.

- Tað ber ikki til at krevja, at fólk skulu ferðast ímillum lond, bara fyri at taka koyrikort, tí tá stendur revsingin ikki mát við brotsverkið.

Missur ein dani koyrikortið í Føroyum, er tað sostatt bara galdandi í Føroyum og missur ein føroyingur koyrikortið í Danmark, er dómurin bara galdandi í Danmark.

Sagt verður, at mál av hesum stinga seg upp við jøvnum millumbili, ikki bara í sambandi við rúsdrekkakoyring, men eisini í sambandi við, at fólk verða tikin fyri at koyra ov skjótt.

Eitt nú tá ið, ávikavist tá ið fólk, sum búgva í Føroyum eru í feriu í Danmark og fólk, sum búgva í Danmark, eru í Føroyum í feriu.

Tann stóri spurningurin er so, hvussu støðan er, tá ið tíðin, ein hevur mist koyrikortið í, er farin.

Missur ein føroyingur koyrikortið í tvey ár í Danmark, kann hann so koma til Føroya í tvey ár og so fara aftur til Danmarkar at koyra bil, uttan at taka koyrikortið aftur.

Og tað sama við einum dana, sum missur koyrikortið í Føroyum, kann hann so bara fara til Danmarkar í tvey ár og so koma aftur til Føroyar at koyra, uttan at taka koyrikortið aftur?

Hetta er ein spurningur, sum greiða ikki er fingin á, hvørki við dómi ella frá løgmálaráðharranum, siga løgfrøðingar.