Tey, sum byggja nútt missiónshús í Gøtu, skulu ikki lúka øðrvísi treytir enn øll onnur.
Tað staðfestir Landsverk eftir at in.fo skrivaði týsdagin, at ætlanin at byggja eitt nýtt betania er komið í vanda av ósemju við Landsverk.
Landsverk hevur kravt, at Betania skal standa 25 metrar frá landsvegnum. Tað undrast tey á í Gøtu, tí grannahús standa nógv nærri vegnum.
Tá fekk Landsverk høvi til at gera sínar viðmerkingsr, men tað vildi stovnurin ikki. Men síðani hevur Heini Eysturoy sent okkum skriv, har hann afturvísir páhaldinum.
Les eisini: Missiónshúsið í Gøtu í vanda av ósemju
- Landsverk krevur ikki, at nýggja húsið skal standa longur frá vegnum, enn grannabygningarnir, sigur Heini Eysturoy.
Hann sigur, at krøvini frá Landsverki til tað nýggja Betania, eru júst tær somu, sum fyri teir báðar grannabygningarnar norðan fyri ætlaða missiónshúsið.
- Kravið frá Landsverki er bara, at nýggja missiónshúsið stendur á linju við áður nevndu bygningar.
- Sostatt hevur missiónshúsið fingið júst somu treytir, sum eigararnir av grannabygningunum norðan fyri í síni tíð fingu.
Á kortinum vísir tann reyði punturin, hvussu Landsverk vil hava tað nýggja Missiónshúsið at standa