Missiónsvika á Hellunum um vikuskiftið

Komandi vikuskifti verður missiónsvika í bønhúsinum á Hellunum. Fríggjakvøldið og leygarkvøldið verður byrjað klokkan átta og sunnukvøldið klokkan seks.

Komandi vikuskifti verður missiónsvika í bønhúsinum á Hellunum. Fríggjakvøldið og leygarkvøldið verður byrjað klokkan átta og sunnukvøldið klokkan seks.

 

Fríggjakvøldið byrjar Frits Thomsen av Skála og kórið hjá Skálafjarðar Sløkkiliði syngur.

 

Leygardagin fer Signar á Reynatrøð  úr Leirvík at tala og Jóhan Edvard Fuglø úr Leirvík syngur. Hetta kvøldið verður eisini  innsavnað til Heimamissiónina.

 

Sunnudagin klokkan 18 fer Mariann D. Poulsen av Strondum at tala.