Sunnudagin byrjaði árliga missiónsvikan, sum Meinigheitshúsið í Havn skipar fyri. Sum navnið sigur, er talan um eina heila viku við møtum, har talarar og sangkreftir úr húsinum og aðrastaðni frá fara at luttaka.
Í lýsing aðrastaðni í blaðnum verður skráin fyri restina av missiónsvikuni prentað.
Tala og sangur
Sum tað sæst av skránni, heldur missiónsvikan fram í kvøld kl. 8 við møti har Sørin Steinhólm talar og Argjakórið fer at syngja.
Síðani halda møtini fram alla vikuna út, við hesum talarum: Alfred Petersen, Bergur D. Joensen og Niels J. Nielsen, sum fer at tala á øllum møtunum um vikuskiftið. Á hvørjum møti er eisini sangur á skránni, og her er talan um ein rættiliga breiðan og fjølroyttan skara av sangkreftum innan Heimamissiónina sum fara at luttaka. Sangkreftirnar eru hesar: Meinigheitsbólkurin, Manskórið í Meinigheitshúsinum, Gentukórið, Emmauskórið og Meinigheitskórið í Havn.
Hóskvøld verða vanliga hildin ungdómsmøti í Meinigheitshúsinum, og á missiónsvikuni verður eisini hildið fram við hesum, í serligum ungdómskvøldi, har Bergur D. Joensen fer at tala og kendi bólkurin I Am úr Klaksvík fer at syngja. Eisini er drama á skránni hetta kvøldið.
Nevnast kann, at sunnudagin kl. 14 verður serstakt familjumøti, har eisini Gentukórið í Meinigheitshúsinum fer at syngja.
Missiónsvikan ?98 endar sama sunnukvøld kl. 21 við eftirmøti.