Tað er ikki bara ein smeitur fyri Tjóðveldisflokkin, at Signar á Brúnni og Finnbogi Ísakson ikki stilla upp til komandi løgtingsval. Hava vit tingarbeiðið, samgongumøguleikar og sjálvstýristilgongdina í huga, er tað eisini ein smeitur fyri fólkaræðið og framtíð Føroya.
Teir umboða í dag tann hóvliga veingin í Tjóðveldisflokkinum. Veingin, sum framvegis hevur bæði beinini á jørðini og sum sær munin á svørtum og hvítum.
Á listanum hjá Tjóðveldisflokkinum í Suðurstreymoy er eingin, sum við politiskari vekt hevur støðu sum Finnbogi Ísakson. Har tykist vera annaðhvørt fult samsint ella politiskar eltibløðrur. Men tað vil tíðin so vísa. Enn er ikki greitt, hvussu listin hjá Tjóðeldisflokkinum í Eysturoynni verður. Men alt bendir á, at Torbjørn Jacobsen verður fremsta valevni ? tann sterki maðurin. Almenningurin hevur longu frammanundan fingið snevilin av hansara politiska arbeiðshátti, hugburði og vantandi politiska handfaringarsnildi.
Um Jógvan Durhuus verður valevni hjá vestmenningum er enn óvist. Ætlaninar at fáa onkran annan at stilla upp ímóti honum eru helst gitingar. Føroya fólk má bara vóna, at tað ikki verður onkur meira víðgongdur, sum fer at troka hann av rókini. Hann verður kanska tann einasti ? kanska saman við Heina O. Heinesen ? sum klárar at halda flokkin frá tí víðgongda rákinum.
Framferðin, tá Signar á Brúnni fekk politiska durafjórðingin, ber ikki júst boð politiska reiðiligheit ella fólkaræðiligan anda. Og tað er júst her, at tann stóri vandin liggur, nú Finnbogi og Signar takka fyri seg, bæði fyri flokk og land. Miðstýringin í flokkinum tykist í so ógvuslig fyri vanligar demokratar.
Vandi, men kanska eisini ein fyrimunur, vil onkur siga. Tí, dugur flokkurin ikki hógv og fær tamarhald á teimum víðgongdu sjónarmiðunum, og samstundis hevur ta politisku tilvitanina um samstarv við aðrar flokkar við meiri veruleikakendum sjónarmiðum, kann flokkurin koma at avbyrgja seg sjálvan úti undir politisku væðingini.
Og tað er spell, tí flokkurin hevur havt grundsjónarmið á fíggjarliga og sosiala økinum, eins og á ríkisrættarliga økinum, sum eru áhugaverd fyri onnur á vinstraveingi. Skal flokkurin framvegis gerast áhugaverdur hjá teimum flokkum, ið hava eina meiri realistiska fatan um politisku møguleikarnar, sum samstarvsflokkur eftir eitt komandi val, skal hann hugsa seg eitt sindur betri um.