Landsdystur
Tað er nógv hent, síðani Føroyar fyri 13 árum síðani spældu 1-1 á Svangaskarði móti Ísrael. Ta ferðin var lítið, sum bendi á, at talan var um eitt land, sum veruliga skuldi gera um seg á altjóða tindunum.
Men veruleikin í dag er ein annar. Ísrael hevur í einum bólki við Sveis, Írlandi og Fraklandi enn til góðar at tapa ein dyst, og mikukvøldið gjørdu teir sina skyldu við einum hampuliga tryggum sigri á Føroyum.
Góðar taktir
Verður sæð burtur frá fyrsta stóra hvøkkinum, tá Jákup Mikkelsen longu í fyrsta minutti stórbjargaði ísraelskari roynd, so var talan tó í nógvar mátar um ein dyst, har føroyska liðið var heilt væl við í spælinum.
Serliga tóktist miðvøllurin fyrstu longu løtuna at rigga heilt væl. Nógv ísraelsk álop vórðu brotin í føðingini, og ístaðin kundu okkara royna seg við mótálopum, og tey eru altso munandi lættari at fáa í lag, um byrjaði verður á miðvøllinum heldur enn hjá málverjanum.
Tungi vøllurin hevði eisini fingið venjararnar at broyta nakað um føroysku uppstillingina. Rógvi Jacobsen varð í nógvar mátar roknaður sum náttúrligi avloysarin, nú Todi Jónsson var skaddur. Eitt álit, sum Rógvi so væl og virðiliga svaraði, tá hann ferð eftir ferð syfti mótstøðumonnunum í luftbóltum. Og framman fyri hann høvdu venjararnir so valt at seta Christian Høgna Jacobsen, sum varð tikin framum Andrew. Einamest tí hann er kvikari, og tí hevur betri fortreytir at renna bóltarnar frá Rógva uppaftur.
Og føroyska spælið gjørdist ikki vandaleysari av, at vit fyrstu løtuna sóu ein Jákup á Borg, sum spruttaði nærum eins nógv, sum hann gjørdi tað fyrstu tvey árini av leiðslutíðini hjá Henrik.
Tunt í borðunum
Soleiðis komu føroyingarnir fram til nakrar møguleikar, men samstundis, so lúrdi vandin alla tíðina fyri ísraelskum mótálopum. Ikki minst vóru teir skjótir at leggja til merkis, at føroyska liðið hevði stórar trupulleikar í báðum verjuborðunum. Fyri føroyska áskoðaran mundi tað vera serliga órógvandi at síggja, hvussu tungur Súni Olsen sá út á vøllinum, og fleiri ferðir framdi gøtumaðurin mistøk, sum vit als ikki eru von við at síggja hann fremja á landsliðnum. Og onkursvegna sá beinleiðis út til, at spælarin ikki var nóg væl fyri.
Í hinum borðinum tóktust Mortan og Jákup als ikki at hava neyðuga automatikkin í spælinum sínamillum. Kanska ein náttúrlig avleiðing, tá teir bara hava hálva triðja dyst saman á landsliðnum, men fleiri ferðir vórðu sjálvt mest elementeru grundreglurnar í verjuspælinum brotnar. At Mortan so í Avi Nimny hevði kanska besta bólstpælaran á vøllinum ímóti sær, mundi ikki gera uppgávuna lættari í so máta. Her kundi ein uppløgd loysn uttan iva verið, at Atli Danielsen spældi á bakkinum. Kanska hevur hann ikki somu ferð og framrættaðu dygdir, sum Mortan hevur, men sum Bamse sang á sinni, so kann hann so nógv annað. Millum annað megnar hann í betri mun at lesa spælið, og spurningurin er, hvørt tað ikki vildi rætt at tikið hesar dygdirnar framum, tá vit aloftast vita, at styrkin á mótstøðuliðnum elvir til trýst móti føroyska málinum.
Tað gjørdi, at Ísraelittar fyrst og fremst royndu at senda bóltarnar út í borðini, alt fyri eitt, sum hesin var vunnin, og síðani vórðu álopini bygd haðani frá og víðari.
Tað gav eisini nakrar møguleikar, har Jákup enn einaferð mátti stórbjarga, men framvegis tóktist støðan á ongan hátt vónleys.
Dýrar gávur
Eftir ein hálvleik, har vit soleiðis høvdu hildið mótstøðuni frá at skora, var kanska væntandi, at ísraelsmenn fóru at missa tolið, soleiðis at føroyska kontraspælið móti høvdinum hjá Rógva kundi gerast enn effektivari.
Men hetta hendi tó ongantíð, og vóru orsøkirnar til hetta eisini sjónligar. Partvíst, so hevði trupla undirlagið við sær, at mótstøðan hevði lítlan hug at selja seg sjálvan í tráðanini eftir avgerandi málinum. Og partvíst, so hevði føroyska verjan framvegis ikki loyst trupulleikarnar í borðunum, har spælarar framvegis stóðu fullkomuliga skeivt á vøllinum.
Mest týdningarmikið var tó sjálvandi, at málið til 0-1 kom longu tíggju minuttir eftir steðgin. Eitt mál, sum kom eftir tvey størri og minni mistøk. Føroyska liðið hevði annars havt sítt besta álop hesa løtuna, og ta einu ferðina megnaði málverjin bert við ytsta partinum av fremsta fingri at jústa innlegg frá Christian Høgna, áðrenn Rógvi kundi stúta í kassan. Og so hendi tað, sum absolutt ikki mátti henda.
Súni Olsen fullkomuliga feilmetti annars vandaleysan bólt, soleiðis at hesin stakk í svørðin og upp um hann. Vinstra verjuborð var sum ein motorvegur, og við fullari ferð kontraði Ísrael. Og tá bólturin so varð spældur yvir um til Avi Nimny, fekk hann eini simplari skotfintu flutt tríggjar verjuleikarar, áðrenn hann langaði bóltin flatt í hornið.
Væl kend støða
Og so var landslið okkara aftur í væl kendu støðuni. Har mótstøðumenninir taka seg nakað aftur á vøllin, soleiðis at teir kunnu gera sítt arbeiði liðugt. Teir bíðaðu eftir mistakinum, sum kundi sementera sigurin, og føroysku spælararnir lógu ikki á boðunum. Einar tvær ferðir var um reppið, at óneyðug bólttap á miðvøllinum góvu mál av sær, men fyrru ferðina verð skotið við síðuna av, og løtu seinni fantom-bjargaði Jákup Mikkelsen frá púrasta leysum ísraelsmanni.
Av beinkinum vórðu royndir gjørdar at flyta spælið longur niðan, tá Andrew varð skiftur inn fyri troytta Inga Højsted, men hetta munaði tó ikki tað stóra. Eina mest tí hetta samstundis innibar, at Rógvi Jacobsen varð fluttur í ein defensivan miðvallarleiklut, har hann eyðsæð treivst langt ífrá so væl, sum hann gjørdi tað í álopinum.
Og vandatekini í borðunum vóru als ikki av. Soleiðis kom seinna málið aftur eftir støðu, har føroyska verjan var tunn í kantunum, og beint undir málinum kundi Yaniv Katan so potað í kassan.
Vøllur og fyrireikingar
Og so var dysturin fullkomuliga punkteraður. Andrew var um reppi at minka um munin, tá Rógvi longdi innkast, men sum ikki einaferð, so gleið hann á trupla undirlagnum, og so var eisini tann møguleikin burturi.
Spurningurin er so eisini, um ikki møguleikum fyri fleiri føroyskum stigum í hesi undankappingini er burturi nú. Bert ein dystur er eftir, men í kvælandi hitanum, sum helst er væntandi í Tel-Aviv, skal nokk ikki roknast við, at okkara fara at gera tær heilt stóru skreytirnar. Heldur ikki, hóast svørðurin tá helst verður betri egnaður til fótbóltsspæl, enn hann var á Tórsvølli mikukvøldið.
Og so skerst heldur ikki burtur, at tað neyvan er optiamlt hjá liðnum, tá ferðinin er, sum hon var hesaferð. At skula ferðast eina heila nátt, tá tú skalt spæla dyst tríggjar dagar seinni, er kanska ikki tað smartasta at gera. Her mátti tað verið munandi meira upplagt, at spælararnir lógu nátt eftir dystin í Fraklandi, og siðani ferðaðust heim sunnudagin.
Ikki tí vøllur ella ferðing skulu vera undanførslur. Men vit kenna okkara leiklut í altjóða høpi. Tað eru nakrar givnar fyritreytir, har vit vita, at hini eru frammanfyri. Ikki minst í spælaratilfeingi. Men tá tað kemur til fyrireikingar og standin á undirlendinum, er talan um lutir, sum vit hava fult tamarhald á. Og skulu vit hava nakran kjans at standa okkum, so er neyðugt, at teir lutir, har vit hava ávirkan, verða greiddir úr hondum so væl, sum tað á nakran hátt ber til.