Fótbóltur
Tað varð sagt undan dystinum millum B36 og B68, at her hevði hvørgin parturin ráð at tapa. Bæði liðini eru nevnliga partur av bólkinum, sum eltir oddaliðið úr HB, og tí var tað av avgerandi týdningi, at trý stig vórðu fingin til vega, soleiðis at munurin í øllum førum ikki øktist.
Fróði misnýttur
Sum tølini siga, so var tað B36, sum eftir dystin stóð við teimum trimum stigunum, og tað í sjálvum sær var kanska ikki so óuppiborið. Men hóast talan í tølum gjørdist um ein knúsandi sigur, so munnu toftamenn kortini iðra seg um, at teir ikki í størri mun megnaðu at gera sær dælt, tá teir høvdu møguleikan.
Tað var B36, sum kom best frá byrjan, og tó at spælið fyrstu løtuna var hampuliga javnt, so hómaði tú skjótt eina yvirvág. Ikki minst komst yvirvágin av, at B68-venjarin, Frank Skytte, hevði valt ein heldur merkisverdan variant í byrjunaruppstilling sínari.
Heldur enn at lata Marcello Marcelinho byrja í álopinum fyri skadda Anders Nygaard, valdi hann venliga at nýta Fróða Benjaminsen sum center-forward. Ikki tí. Fróði er ein somikið frægur fótbóltsleikari, at hann megnar at spæla á mest sum øllum plássum, men við at nýta hann í álopinum mistu toftamenn drívmegina á miðvøllinum, og hetta dugdi B36 at gera sær dælt av, soleiðis at B68 álopið hevði sera lítið at arbeiða við fyrstu løtuna.
Tað var eisini B36, sum hevði fyrstu málmøguleikarnar, men brádliga fingu teir ein skelk. Í royndunum at fanga bóltin aftur í gjøgnumbrotsroynd var Fróði somikið áhaldsin, at hann tveitti seg inn ímóti B36 málverjanum, Tróndi Vatnhamar. Somikið ógvusligur var stoyturin, at báðir leikarar vórðu liggjandi. Fróði kom tó langt um leingi á føtur aftur, men fyri B36 málverjan var dysturin liðugur.
Dýr mistøk
Skelkurin, sum hetta átti at borið við sær, var tó ikki størri enn so, at tað framvegis var B36, sum sat á dystinum. Móti einum B68 miðvølli, sum uttan Fróða í alt stóran mun restaði tyngd, kundi B36 ferð eftir ferð byrja álop oman móti B68-málinum, og tó at nakrir møguleikar vórðu skaptir, so skuldi eitt stórt verjumistak til, áðrenn heimaliðið fekk lagt seg á odda.
B68 v erjan var langt síðani komin upp á pláss, og lítil vandi tóktist tí vera á ferð, tá Egil Zachariasen úr verjuni sendi ein langan bólt oman móti høgra horni. Messias Perreira, sum fyri tað mesta tók sær av Jákupi á Borg, seldi seg tó fullkomuliga, tá hann royndi at koma fram um álopsleikaran eftir bóltinum. uttan nakran mótleikara at stríðast við helt Jákup móti málinum, og tá Michael Kokoszanek kom ímóti, rullaði hann tvørtur um til John Petersen, sum hevði lætt við at senda bóltin í kassan.
Sum so ofta, so bar málið við sær, at B36 tók seg eitt vet aftur á vøllin, og so hevði B68 sína helst bestu løtu í dystinum. Hóast teir nú lógu longri afturi á vøllinum, so hevði B36 sera ilt við at verja fyri í síðunum, og hetta kundu serliga Arnold Joensen og Øssur Hansen gera sær dælt av. Tað var tó framvegis sera sjáldan, at bóltarnir, sum vórðu sendir inn, veruliga hóttu B36 málið, og tá einir tíggju minuttir restaðu av hálvleikinum, fingu teir aftur ein frammaná.
Upptaktin til málið var ikki sørt ólík fyrra málinum. Hesa ferð var talan um eitt langt skift móti høgru. B68 verjan var als ikki vakin, men í fyrsta umfari spurdist bert horna burturúr. Julian Florescu sendi hetta innfyri, og tá Machael í málinum kom skeivt út eftir bóltinum, kundi John við høvdinum stýra bóltin inn til 2-0.
René stórbjargaði
Í hálvleikinum hevði Frank Skytte tikið fylgjurnar av tunna miðvøllinum. Marcello kom á vøllin fyri Oleif Joensen, og meðan brasiliumaðurin nú fór í álopi, kom Fróði Benjaminsen aftur á miðvøllin. Kanska restar Marcello enn nakrar dystir, áðrenn venjingarstøðan er, sum hon skal vera, men broytingin viðførdi so, at B68 byrjaði at vinna nakrar bóltar á miðvøllinum, soleiðis at teir í størri mun vóru við til at skapa dystin.
Tað vóru tó framvegis tveir lutir, sum toftamenn ikki megnaðu. Heimaliðið, sum nú hevði vunnið sær eina hampuliga leiðslu, var als ikki áhuga í at seta ta nógvu ferðina á spælið, og hetta megnaðu toftamenn á ongan hátt at broyta. Og so megnaðu teir heldur ikki at skjóta mál.
Tí hóast leikferðin var út av lagi lág, so fekk B68 í tveimum førum heilt góðar málmøguleikar. Fyrru ferðina stórbjargaði innskifti René Tórgarð, tá Jan Petersen royndi seg úr stuttari fjarstøðu, og bjargingin var ikki minni góð, tá Fróði Benjaminsen nakað seinni royndi seg, eftir at Øssur Hansen hevði rullað bóltin útfrá.
Líkasæla
Hevði B68 fingið mál í øðrum av hesum førunum, hevði talan kanska verið um heilt annan dyst, men ístaðin gjørdist talan um ein dyst, har avrikið seinasta korterið var merkt av líkasælu, tí leikararnir mest sum ásannaðu, at her var tap í hendi.
B36 fekk soleiðis alt betri pláss at spæla kontra, og eftir at hava hótt nakrar ferðir avgjørdu teir dystin fullkomuliga. Hornaspark varð sent innfyri, og eftir eitt sindur av aftur og fram kundi Tórálvur Poulsen skora sítt fyrsta mál fyri í bestu deildini.
Og tá Arnold Joensen stutt eftir reytt kort fyri fullkomuliga vitleyst at sparka Arnbjørn Danielsen niður, var syndarligi dagurin hjá B68 mest sum fullkomin. Seinastu løtuna hevði B36 møguleikar at gera enn fleiri mál, men tað gjørdist ikki meira enn tað, sum Báður Mortansson skeyt, eftir at John Petersen hevði lyft bóltin inn um verjuna.
Avgerandi mánaður
Sum nevnt omanfyri, so var dysturin í nógvar mátar ein uppgerð um, hvat lið í fyrsta umfari skal elta oddaliðið, og grundað á hendan einstakan dystin, so verður tað B36. Fryst og fremst tí teir tóktust hvassari í avgerandi løtunum, men eisini tí teir í løtum fingu ferðina á spælinum upp á tað støðið, sum hon skal vera á, um nóg nógv stig skulu fáast til høldar. Hartil hevur B36 framvegis tríggjar dystir á rað á heimavølli, og úrtøkan í hesum fer helst at vísa, hvussu álvarsliga teir ætla tað, tá teir siga seg vilja verja heitið.
B68 heví tó betri ráðini at tapa dystin. Teir hava framvegis eins nógv stig sum hitt árstalsfelagið, men strævna skráin í juni fer at avgera nógv fyri teirra viðkomandi. Við tveimum dystum hvørja viku allan mánaðin kann verða meira enn trupult at halda dampinum alla tíðina. Hvussu væl B68 megnar hetta fæst helst at vita longu komandi vikuna. Tá spæla teir fyrst á heimavølli móti NSÍ, fyri síðani at taka móti HB.
Dysturin í tølum:
B36-B684-0 (2-0)
1-0: John Petersen 23
2-0: John Petersen 36
3-0: Tórálvur Poulsen 82
4-0: Bárður Mortansson 86
Dómari: Dagfinn Olsen: Tað merktist ikki á nakran hátt, at talan her var um ein av meira óroyndu dómarunum í deildini. Hevði alla tíðina gott tak á dystinum, og tóktist somuleiðis at hava gott samband við leikararnar, soleiðis at teir vistu, hvat varð góðtikið og ikki.
B36: Tróndur Vatnhamar ? Fróði Clementsen, Egil Zachariasen, Arnbjørn Danielsen ? Kenneth Jacobsen, Julian Florescu, Jens Kristian Hansen, Din Sandu, Magni á Lakjuni ? Jákup á Borg, John Petersen
B68: Michael Kokoszanek - Jan Petersen, Hans Fróði Hansen, Messias Perreira, John Heri Dam ? Jann Ingi PEtersen, Fríðin Ziskason, Oleif Joensen ? Arnold Joensen, Fróði Benjaminsen, Øssur Hansen