Mistak rættað

So eydnaðist tað formanni Føroya Fiskimannafelags langt um leingi og eftir tógvi stríð at fáa TV 2 at rætta tey skeivu og beinleiðis ósonnu tíðindi, sum sjónvarpstøðin tíðliga í summar bar um inntøku- og skattaviðurskiftini hjá føroyskum fiskimonnum. So er hetta ódámliga mistak rættað, og tað skuldi bara mangla, kundu vit havt hug at lagt afturat.

At mistakið og skeivu tíðindini eru vorðin rættað, er bert formanninum Óla Jacobsen fyri at takka. Hann hevur við sínum treiskni og treysti áhaldandi og staðiliga kravt ósonnu tíðindini dementerað, og hetta eydnaðist so umsíðir. Skeivu tíðindini eru ein stór skomm fyri TV 2 og ikki minni er skommin, at tað skuldi taka so langa tíð at rætta mistakið og at greiða dønum frá rætta samanhanginum. Hvør annar uttan Óli hevði orkað at tikið stríðið upp við hesa máttmikla sjómvarpsstøð? Neyvan nakar. Lat tað tí verða sagt, at tað er sera gott fyri Føroyar, at tingini vórðu sett á teirra rætta pláss, og at danir fingu sannleikan at vita. Óli Jacobsen eigur tøkk uppiborna fyri, at hann tók upp hetta ótakksama stríðið.

Eftir stendur nú spurningurin, hvussu alt hetta kom upp. Hvussu ber tað til, at tað meira enn einaferð hevur verið negativt fokus sett á føroysk viðurskifti og serstakliga á blokkin og á inntøkuviðurskifti fiskimanna. Teir, sum skipaðu fyri tí eftirhondini herostratiskt gitnu ráðstevnuni á Christiansborg, tváa sær um hendurnar. Teir eru púra ósekir, siga teir. Tað er danska pressan, sum er ábyrgdarleys og reingir upplýsingar um Føroyar. Tað skerst ikki burt, at so er - tíverri! Men samstundis verður ført fram, at skipað varð fyri ráðstevnuni fyri at kunna danska almenningn um grønlensk og føroysk búskaparviðurskifti. Henda kunning skuldi koma út frá ráðstevnuni. Hvussu skuldi kunningin koma út til danska almenningin? Jú, umvegis somu donsku pressuna, sum hevur til vana at reingja veruleikan og at gera ósannar søgur um Føroyar burturúr sakligari upplýsing. Her hongur ikki saman.