Løgreglan sendi í gjár út eina ávaring á Facebook, tí at teldusníkar gera um seg á Facebook og Messenger. Boðini vóru at vera serliga varin, um tú fært eini boð á Messenger frá einum vini, sum biður um títt telefonnummar.
– Hetta hevur hjá fleiri fólkum víst seg at vera boð frá teldusníkum, sigur løgreglan.
Boðini eru skrivað á góðum føroyskum máli, og tí er torført at leggja til merkis, at talan er um boð frá óreiðiligum fólkum. Síðani eru fleiri boð farin víðari frá móttakaranum, og onkur hevur mist atgongd til sín facebook-vanga.
– Hevur tú illgruna til, at okkurt er ófatt, skift so alt fyri eitt loyniorðini til Facebook og teldupost.
– Minst eisini til, at tú ongantíð mást útflýggja tíni loyniorð ella gjaldkortsupplýsingar á sosialum miðlum, skrivaði løgreglan, sum um vikuskiftið hevur fingið fleiri fráboðanir um teldusníking á Facebook og Messenger.
Í mogun sigur vaktleiðarin á politistøðini, at tey í gjár fingu fráboðanir frá fólki, sum hava latið telefonnummar. Í einum føri hevði ein persónur eisini latið kortupplýsingar, tí viðkomandi fekk at vita, at hann hevði vunnið okkurt. Tað endaði við, at viðkomandi mist 1.500 evrur, sum svarar til góðar 11.000 krónur.