Løgreglan fekk í gjár fleiri fráboðanir um, at olja var á landsvegnum í Fuglafirði og í Gøtudali. Funnið varð fram til, at tað var ein oljubilur, sum hevði likið olju – eitthvørt tekniskt var galið við bilinum, sum gjørdi, at olja lak á vegnum.
Landsverk varð boðsent og vaskaði vegin aftur. Eingin skaði hendi av oljuleknum, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn.
Løgreglan steðgaði einum bilførara, sum koyrdi ov skjót í bygdum øki í høvuðsstaðnum. Ferðin var nakað oman fyri 80 km um tíman, og tí verður talan um treytaða frádøming av koyrikortinum.
Í Kunoy vóru tveir stórir steinar komnir á vegin í gjárkvøldið um áttatíðina. Landsverk mátti ruddar steinarnar av vegnum aftur, áðrenn aftur var koyrandi.











