Misti stuðulin til barn við breki – av einum mistaki

Løgtingsins Umboðsmaður gevur eina átalu, men ger annars ikki meiri við tað

Í fjør misti ein mamma stuðulin til barnið hjá sær, sum hevði eitt brek. Og tað var av einum mistaki í almannaverkinum, at tað hendi. Hon klagaði til Løgtingsins umboðsmann, tók málið upp.

Tað var í mai 2019, at mamman søkti Almannaverkið um daddutímar til barn sítt, ið ber brek. Daddutímar er ein skipan fyri børn undir 18 ár, sum hava brúk fyri stuðulsfólki tí tey hava eitt likamligt ella sálarligt brek, ella sum eru illa sjúk.

Eitt hálvt ár seinni, ella í november, varð umsóknin játtað í, men játtanin var bara galdandi í eitt hálvt ár. Men so kom korona og tí varð játtanin longd til 1. juli í fjør.

– Í mai í fjør setti klagarin seg aftur í samband við Almannaverkið fyri at søkja av nýggjum, men tá fekk klagarin at vita, at ikki var neyðugt at søkja umaftur. Almannaverkið fór nvniliga at endurmeta málið í juli, og so skuldi klagarin hoyra aftur frá teimum, sigur Løgtingsins Umboðsmaður.

Men tá ið einki hoyrdist aftur,vendi klagarin sær tvær ferðir til Almannaverkið og úslitið var, at tann 24. september fekk klagarin svar, har Almannaverkið játtaði stuðul til daddutímar í hálvt ár, men tað var galdandi frá 1. oktober.

Tað gingu sostatt meira enn fýra mánaðir frá tí at klagarin setti seg í samband við Almannaverkið um at lata stuðulin halda fram, til játtanin varð avgreidd. Sostatt hevði klagarin ongan stuðul til barnið í tríggjar mánaðir.

Stuðulin var átta tímar um mánaðin og klagarin helt, at tey kundu skipa so fyri, at stuðulin helt fram ímeðan Almannaverkið viðgjørdi umsóknina.

Almannaverkið ásannar, at viðgerðin hevur verið ov drúgv. Men ein orsøk var, at sosialráðgevarin, sum hevði málið, fór úr starvið, og tað er eisini ein orsøk, at summarferia kom upp ímillum.

Almannaverkið sigur, at væntandi tekur tað ein mánað at viðgera umsóknir sum hesar og nú eru mannagongdirnar broyttar, so at hetta ikki skal endurtaka seg.

Í hesum sambandi fær Almannaverkið eina sjálvvirkandi áminning, áðrenn játtanin endar, og so skal sosialráðgevari venda sær til familjuna at vita um tey vilja hava stuðulin at halda fram.

Løgtingsins Umboðsmaður heldur ikki, at hetta er nøktandi og sostatt fær Almannaverkið eina átalu, men av tí, at mannagongdirnar eru broyttar fyri at hetta ikki skal endurtaka seg, verður ikki meiri gjørt við málið.