Kvinnuhondbóltur
Við nýggja silvurmerkinum hangandi um hálsin fingu vit orðið á Sóley Mikkelsen eftir trivaliga sigurin hjá VÍF á StÍF. Og liðskiparin hjá VÍF duldi ikki fyri, at hetta ikki akkurát var tað, sum hon hevði ætlað undan kappingarárinum.
- Nei avgjørt ikki. Sjálvandi høvdu vit ætlað at endurvinna meistaraheitið, men vit mugu bara ásanna, at vit hava tveitt ov nógv burtur á vegnum.
Spurd, um tað í dag eru nøkur ávís stig, sum hon kanska iðrar seg um, sigur Sóley, at tað eru tað.
- Teir báðir dystirnir móti Kyndli í grundspælinum, og so tað, sum vit mistu móti StÍF. Tað vóru stig, sum vit burdu havt fingið, men tað er so ikki nakað at gera við nú. Tað er farið.
Ikki mettar
Tað hevur verið nevnt millum annað á hesum síðum, at tað onkursvegna hevur verið so, at ein ávís metta hevur verið at sæð á VÍF-liðnum, men hesum er Sóley als ikki samd í.
- Tað haldi eg ikki, men vit høvdu fleiri broytingar á liðnum. Ioana var sjálvandi ein stórur missur, men vit hava eisini mist Randi, Hertha var ikki við alt árið, og Manuela hevur heldur ikki verið tøk alla tíðina. Vit skuldu sostatt venja okkum við at spæla nakað øðrvísi, og tað megnaðu vit so ikki í nóg stóran mun, heldur Sóley.
Men hon viðgekk tó, at hesin seinasti dysturin onkursvegna var við til at leggja eitt lítið plástur á silvurmerkini.
- Tað er jú altíð stuttligt at enda væl. Nú fingu vit givið áskoðarunum ein ordiligan sigur at enda við, og so er spurningurin bara, hvussu verður hjá monnunum. Har eri eg eitt sindur tvíbýtt, má eg viðganga. Eg plagi at heppa á VÍF, men tá teir spæla móti StÍF er eitt sindur torført at velja síðu, segði skálakvinnan hjá VÍF at enda, áðrenn leiðin gekk upp á í høllina aftur.